Fýra føroysk á Summar Festival

Summar Festivalurin kunnger fyrstu fýra føroysku bólkarnar til ársins festival

Í dag hevur Summar Festivalurin kunngjørt fýra føroysk nøvn, sum vera at hoyra á festivalinum í summar. Hesi eru Marius Ziska, Blátt Gras, Grandma’s Basement og Magni Christiansen. Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

 

Summar Festivalurin lýsir nøvnini soleiðis:

Marius Ziska telist millum teir dugnaligastu sangskrivararnar í landinum, og hann hevur skrivað framúr góðar sangir – bæði á føroysku máli og enskum máli. Við einum sterkum bólki afturat sær hevur Marius Ziska veruligt flog og innihald í sínum framførslum, og hann kann rúnarbinda áhoyrararnar.

 

Blátt Gras er framúr countrybólkur, sum bæði spælir blue grass, americana og meira traditionellan countrytónleik. Teir spæla sum ein væl smurd maskina og syngja sera sannførandi fleirraddað. Blátt Gras hevur givið tvær útgávur út – tann seinna, »Framvegis«, kom í fjørheyst. Blátt Gras hevur áður vunnið FMA heiðursløn fyri sangin »There is Room at the Table«.

 

Magni Christiansen er virkin og fjølbroyttur sangari. Hann kann syngja country og gospel sum fáur, hann hevur góða rødd til lættan popp og rock, og so dugir hann sera væl at framføra á palli. Nú kemur Magni til Klaksvíkar at framføra á landsins størsta tónleikatiltaki.

 

Kúllarnir í Grandma’s Basement eru til reiðar til enn eina framførslu á Summar Festivalinum. Teir hava verið fastir fúsir á skránni, men í fjør hildu teir frí. Í ár koma teir sterkt aftur og vera fyri fyrstu ferð at uppliva at stóra palli á Vágsbøi. Tað verður ein heilt serlig og serliga festlig løta.