Løgreglan í Havn tók um vikuskiftið fýra bilførarar fyri at koyra við kenning. Leygarnáttina vórðu tríggir førarar tikni og sunnunáttina var ein tikin.
Allir førararnir høvdu tað til felags, at teir vóru ungir. Klokkan fýra leygarnáttina varð ein 34 ára gamal maður tikin fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður.
Klokkan fimm sunnunáttina varð ein átjan ára gamal bilførari tikin fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður, og klokkan hálvgum sjey sama morgun varð sami bilur tikin við rúsdrekkaávirkaðum førara. Hesin var somuleiðis átjan ár, og var hann vinmaður við bilføraran, ið var tikin frammanundan.
Sunnumorgunin varð ein nítjan ára gamal maður tikin fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður.
Løgreglan boðar frá, at hon heldur eitt serliga vakið eyga við bilførarum, ið koyra rúsdrekkaávirkaðir, nú jólaborðhaldini verða hildin.