Borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, váttar nú, at spreingingin í New York í morgun var ein yvirgangsatsókn.
Fýra persónar eru løstaði í eini yvirgangsatsókn í New York í morguntímunum í morgun. Ein teirra skal vera bumbumaðurin, sum eisini er handtikin.
Ein spronging hendi stutt við Port Authority, bussterminalin á Manhattan, klokkan 07.30 lokala tíð, mitt í rush-tíðini í morgun. Fleiri metrolinjur máttu steðgað og fólk tømast úr teimum, men bussstøðin bleiv verandi opin.
Brannmyndugleikarnir í New York siga, at fýra fólk eru løstaði, men eingin teirra eru í lívsvanda.
Sambært amerikanskum miðlum er yvirgangsmaðurin úr Bangladesh, men hevur búð í USA í sjey ár. Hann er í 20’unum. Bumban, hann nýtti, var “amatørmessig,” sigur Andrew Cuomo, guvernørur í New York. Talan skal vera um eina rørbumbu, sum hevur verið fest á likamið á yvirgangsmanninum.
Port Authority er størsti bussterminalur í USA. 65 milliónir fólk ferðast gjøgnum hann um árið, eini 200.000 um dagin.