Fýra mál í hálvan tíma

Fótbóltur, 2. deild: TB fekk einki burturúr móti NSÍ, sum var á odda 4-0 eftir fyrsta hálva tíman

2. deild NSÍ-TB 5-3 (4-2)

Tá TB 2. hvítusunnudag var í Runavík minti fyrsti hálvi tímin ikki so lítið um, soleiðis sum tað plagdi at vera, tá føroyingarnir í Keypmannahavn spældu og brúktu fyrstu løtuna at skipa liðið og finna út av, hvar hvør skuldi spæla og hvussu uppgávubýtið skuldi vera.

Tað var stutt sagt einki skil á TB verjuni, og teir á heimaliðnum tóku sær fyrimun av støðuni, so tað stóð eftir í. Bara sjey minuttir vóru farnir, tá Mortan Hansen við nærra stólpan var fyrstur á eftir innlegg frá Fróða við Rætt, og bara tríggjar minuttir seinni økti Fróði við Rætt, eftir at TB málverjin hevði gjørt eitt stórt mistak. Og tveir minuttir seinni var aftur galið í TB verjuni, sum hesa løtuna lat Fróða við Rætt ganga púra leysan. Fróði við Rætt takkaði fyri, sendi bóltin framvið Magna Hentze, og so var 3-0, og klokkan vísti tólv minuttir.

Og tá klokkan vísti 35 minuttir var 4-0. Dómarin bríkslaðí fyri hands og brotssparki ? eitt sindur bíligt vóru tað nógv, ið mettu ? og unglingaspælarin Brynjolvur Nielsen var púra kaldur úr ellivu metrum.

Tvørámenn vóru kortini ikki heilt fyri ongum, tá teir fóru at hvíla seg. Óli Johannesen, sum hesa ferð var á miðvøllinum alla tíðina, minkaði um munin úr ellviu metrum ? eisini hesa ferð vóru tey mong, sum hildu, at dómurin var í so harðligur ? og tá fríspark varð sent úr vinstru og inn undir NSÍ málið var tað so óheppið fyri teir, at ein av heimamonnunum setti fótin undir bóltin, soleiðis at hann fór í kassan.

Egil Steintórsson setti seg sjálvan inn í álopið, tá 58 minuttir vóru farnir, og aftur hesa ferð gav tað eitt sindur av ferð. Eitt korter var eftir, tá Einar Petersen við einastandandi skoti úr høgru við uttaru síðuni sendi upp undir handara tríkantin ? í besta Beckham stíli var tað onkur, sum helt fyri!

So var 4-3, og TB, ið hesa ferð ikki hevði Gullok á liðnum, flutti nógv fólk fram í royndini at javna. Hetta hevði við sær, at verjuparturin var rættuliga tunnur. Unglingaspælarin, Jan Nónklett, fór sjálvur og skoraði til 5-3. Tá var vanliga leiktíðin um at vera farin. Tvørámenn vildu halda, at málskjúttin var rangstaddur, men teir fingu ikki viðhald frá dómaranum.

Í evstu løtu varð Tórður Mortensen hjá TB vístur av vøllinum. Hann fekk reytt kort fyri at hevna seg, eftir at Sonni L. Petersen hevði gjørt fríspark móti honum. Dómarin metti lógarbrotið hjá NSÍ manninum at vera til gult kort, og so reyk hann eisini út, tí frammanundan hevði hann eina ferð sæð gult!

Sambært kappingarskipanini skuldi hesin dysturin verið spældur sunnudagin 6. juni, men hann var framskundaður, tí Óli Johannesen eftir øllum at døma verður við, tá landsliðið fer at spæla á heimavølli móti Skotlandi leygardagin 5. juni.