- Hetta var for grovt og tí er revsingin eisini blivin hørð
Tað sigur jan Højaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Nevndin í Fiskimannafelagnum hevur nú tikið tað heilt óvanliga stig at tveita fýra fiskimenn úr felagnum, har teir hava verið limir.
Talan er um fýra mans, sum mynstraðu umborð á illa umstrídda klaksvíksskipinum, Carlton.
Jan Højgaard sigur, at Fiskimannafelagið gjørdi av at blokera Carlton, tí felagið metti, at sáttmálarnir vóru ikki hildnir.
- Men hóast vit góvu limum okkara forboð ímóti at mynstra við Carlton, vóru tað fýra limir, sum kortini fóru við og sigldu sostatt saman við monnum, sum ikki vóru limir í Fiskimannafelagnum.
- Sostatt hava teir gjørt beint ímóti boðunum frá sínum egna fakfelag.
Semja um útblaking
Jan Hjgaard sigur, at hetta er so grovt brot á viðtøkurnar hjá Fiskimannafelagnum, at nevndin var samd um at koyra teir úr felagnum.
- Teir eru burturvístir, tí teir hava verið til stóran ampa fyri teir menn og familjur teirra, sum blivu vóru offur fyri sáttmálabortinum umborð Carlton, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Hetta merkir, at limir í Føroya Fiskimannafelag hava ikki loyvi til at mynstra saman hesum fýra monnunum, sum nú eru burturvístur úr felagnum.
Skulu prógva hvat teir eru verdir
Jan Højgard leggur kortini dent á, at burturvísingin er ikki fyri lívið.
Hann sigur, at teir kunnu verða limir aftur í felagnum, tá ið nevndin er samd um at taka teir inn aftur.
- Men tað verður í øllum førum ikki fyribils, tí meiningin er, at talan skal vera um eina revsing, sum munar, tí teir hava svikið grundhugsjónina í einum fakfelagi, leggur hann afturat.
Hann sigur, at nevndin hevur eisini heimild til at áleggja teimum bót, áðrenn teir verða tiknir aftur sum limir, men tann møguleikin er ikki umrøddur enn í nevndini.
Men felagið kann eisini seta aðrar treytir.
Og í hesum sambandi heldur formaðurin, at ein treyt kann vera, at teir vísa í verki, at teir eru verdir at verða limir í felagnum.
- Tað kunnu teir gera við at ganga á odda í teimum ósemjum, sum helst fara at koma í framtíðini og tá ið tað snýr seg um at vísa samanhald, sigur Jan Højgaard.
Jan Højgaard ásannar, at tað er ikki ofta, at menn verða koyrdir úr felagnum.
- Tað munnu vera eini 50 ár síðani at tað hendi seinast, men vit mettu, at hetta brotið á viðtøkurnar hjá felagnum var so grovt, at tað slapst ikki undan burturvísing.
- Vit hava ikki brúk fyri limum, sum ikki standa saman við felagnum, tí nettupp samanhald er grundhugsjónin í einum fakfelag, leggur hann afturat.