Fýra sambandskvinnur

Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi, hevði sín triðja og seinasta uppstillingarfund til Løgtingsvalið mikukvøldið. Føroya Væl fegnast um, at hugaligt hevur verið at arbeiða við listanum, tí áhugin hevur verið stórur. Av teimum tólv valevnunum, sum floksleiðslan bað um, eru fýra kvinnur.

Tey tólv valevnini eru:

Annfinn Brekkstein

Kitty May Ellefsen

Hans Albert Hansen

Maj-Britt Jacobsen

Kaj Leo Johannesen

Magni Laksafoss

Høgni Mikkelsen

Jóna Mortensen

Ingvør Nolsøe

Reidar Nónfjall

Georg L. Petersen

Bjarti Thomsen