Endaspurturin í næstbestu deildini er tættur. Bæði í kappingini um silvur og bronsukrónurnar og møguliga uppflyting og pláss í bestu deildini og um at sleppa undan niðurflyting.
AB, sum longu hevur vunnið deildina og fyrireikar seg at avloysa besta liðið hjá ÍF í bestu deildini, fær seinnapartin vitjan av næstbesta ÍF liðnum, sum næsta ár fer at spæla í triði bestu deildini.
KÍ er næstfremst og stríðst fyri at halda tørn um møguleikan at vinna silvur. Seinnapartin fáa klaksvíkingar vitjan av Suðringum, sum ikki eru leysir av hóttanini av niðurflyting. Tað eru fýra stig aftur til B36, ið er næstniðast.
Víkingur fær í Leirvík vitjan av NSÍ. Eftir góða fyrru hálvu er NSÍ í ongamannalandi. Hjá Víkingi hevur tað gingið støðugt tann rættta vegin. NÚ er Víkingur á bronsuplássi, og møguleikin at vinna næstfremsta plássið er góður.
B68 er á fjórða plássi og stríðist fyri at fáa fatur á heiðursmerkjaplássi og harvið rættinum at flyta upp. Í dag verður Giza Hoyvík gestur á Svangaskarði. Giza Hoyvík er á sjeynda plássi. Tað eru fimm stig aftur til B36 og níggjunda plássið.
B36 verður seinnapartin partur av grannauppgerð í Gundadali. Tað er framvegis møguleiki hjá B36 at vinna seg upp um strikuna. Um tað ikki eydnast seinnapartin at vinna ímóti HB, fer tað av álvara at sansa at.
KÍ-Suðringar: Rúni Gaardbo kl. 16.30
Víkingur-NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 13.00
B68-Giza Hoyvík: Áron S. Vest kl. 16.00
HB-B36: Bjarki Danielsen kl. 15.00
AB-ÍF: Sigurður Óli Ꝧórleifsson kl. 15.00
Støðan undan 25. umfari
AB 58
KÍ 46
Víkingur 44
B68 43
HB 33
NSÍ 33
Giza Hoyvík 29
Suðringar 28
B36 24
ÍF 0