Avlopið hjá Føroya Banka fyri skatt fyrsta ársfjórðing í 2007 var 54 mió. kr. samanborið við 30 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í 2006. Bankin sigur í tíðindaskrivi, at árliga rentingin av eginognini var 17 prosent fyri skatt. Bankin væntar, at avlopið í 2007 verður 135-155 mió. kr. fyri skatt. Hetta er 15 milliónir krónur meira enn mett í ársroknskapinum fyri 2006.
Úrslitið eftir skatt fyrsta árfjórðing í ár var 44 mió. kr., sum svarar til eina øking upp á 79 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Gongdin í fyrsta ársfjórðingi er nøktandi. Nettorentu- og tænastuinntøkurnar vóru 79 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í 2007 samanborið við 64 mió. kr. sama tíðarskeið í 2006. Økingin er 23 prosent. Økingin í rentuinntøkunum stendst av, at bankin hevur økt munandi um útlánini seinasta árið.
Fyrsta ársfjórðing í 2007 vóru útlánini 5,8 mia. kr. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í 2006 var vøksturin 33 prosent. Innlánini minkaðu fyrsta ársfjórðing 2007 við 6 prosentum samanborið við fyrsta ársfjórðing 2006 og eru nú 4,9 mia. kr.
Eginpeningurin hjá Føroya Banka er nú 1.290 mió. kr. samanborið við 1.111 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í 2006., og solvensurin er 23 prosent, stendur millum annað í tíðindaskrivinum.