Føroya Banki fær tveir nýggjar nevndarlimir

Fíggingargrunnurin mælr til at velja Jens Erik Christensen og Eyðhild Skaalum í nevndina í Føroya Banka. Jens Erik Christensen kemu í bankanevndina fyri Jóhannus Egholm Hansen, sum fyri nøkrum døgum síðani boðaði frá, at hann tekur seg úr nevndini.

Høgni Hansen boðaði í vetur frá, at hann vil sleppa úr nevndini í Føroya Banka eftir at hava sitið har í níggju ár, og í hansara stað mælir Fíggingargrunnurin til at velja Eyðhild Skaalum.

56 ára gamli Jens Erik Christensen hevur drúgvar royndir úr fíggjarheiminum. Hann hevur eitt nú verið stjóri í tryggingarfelagnum Codan, og hann er nevndarlimur í SAS.

Eyðhild Skaalum er løgfrøðingur og hevur síðani 1998 verið í nevndini í Fíggingargrunninum frá 1992.