Føroya Banki økir rentumarginal

Sjálvt um talan eru um eina lækking av útlánsrentuni til bústaðarlán við 0,25 prosentum, lækkar innlánsrentan í Føroya Banka uppaftur meir. Harvið økir bankin um munin millum innlán og útlán og tryggjar sær størri inntøkur Eftir at Tjóðbankin hevur lækkað rentuna, eru renturnar á danska pengamarknaðinum lækkaðar við einum hálvum prosenti. Føroya Banki lækkar tí eisini fleiri rentur. Tó lækka renturnar fyri innistandandi í høvuðsheitum hálvt prosentstig meiri enn fyri útlán.

Lægsta bústaðarrentan lækkar við 0,25 prosentstigum úr 7,25 prosentum niður í 7 prosent. Flestu aðrar útlánsrentur lækka eisini 0,25 prosentstig.

Samstundis lækka eisini flestu innlánsrenturnar, men tær lækka hálvt prosent meir enn útlánsrenturnar.

Rentan á 60-ára konto lækkar 0,75 úr 5,35 prosentum niður í 4,60 prosent. Renturnar á innlánum við 3-mánaða uppsøgn lækka somuleiðis 0,75 prosentstig.

Sostatt hevur Føroya Banki í høvuðsheitum hækkað rentumarginalin við hálvum prosenti og harvið tryggja bankanum munandi størri rentuinntøkur.

Rentubroytingin hjá Føroya Banka svarar til broytingarnar, sum leiðandi danskir bankar hava gjørt í dag. Rentubroytingin fær gildi komandi mánadag.