Fíggjarvinna
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað eydnaðist ikki Føroya Banka at koma inn á danska marknaðin á hesum sinni.
Bankin bjóðaði hósdagin, saman við Lån&Spar Bank, upp á at keypa Fionia Bank á Fjón. Tó var tað danski stórbankin Nordea Bank, ið átti besta boðið, og harvið slapp at keypa Fionia Bank, varð tað kunngjørt í morgun.
Hetta steðgar tó ikki ætlanunum hjá Føroya Banka um at sleppa inn á danska marknaðin.
- Vit hava havt eina sunna inntøku í nógv ár, og hava tí fíggjarligu styrkina til at útnytta verandi møguleikar í donsku bankavinnuni. Men vit hava tol til at bíða eftir rætta møguleikanum, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, í viðmerking til donsku heimasíðuna RB Børsen, um at Nordea hevur trumfað boðið, sum Føroya Banki og Lån&Spar í felag góvu upp á Fionia Bank.
- Vit vilja framvegis leggja dent á at avgreiða privatar og smærri vinnukundar og leggja dent á ein lágan kredittvága, eins og í okkara heimamarknaði, sigur Janus Petersen um keypsdreymarnar hjá bankanum.
Skattaundirskot gjørdi munin
Janus Petersen sigur við RB Børsen, at tað eftir hansara meting var eitt skattaundirskot upp á tvær milliardir, ið gjørdi útslagið fyri at tað er Nordea, ið sleppur at keypa Fionia Bank.
- Undirskotið svarar til eitt virði á 500 milliónir krónur. Sum ein minni banki við minni inntøku hevur tú ikki møguleika fyri at útnytta eitt so stórt undirskot, og tí høvdu vit ikki møguleika fyri at bjóða upp á tann partin, sigur Janus Petersen.
Nøgd hóast alt
Spar Nord hevði eisini bjóðað upp á deildarnetið, meðan Nordea hevði bjóðað upp á alt samtakið og harvið eisini møguleikan fyri at útnytta skattliga undirskotið. Finansiel Stabilitet, ið er avhendingarfyritøkan hjá danska statinum, og sum stóð fyri søluni, vísir nevniliga á, at boði frá Nordea var upp á størsta partin av bankanum.
- Men tað er einki at gera við. Tú kann ikki bjóða upp á nakað, sum tú ikki kann brúka. Men vit eru nøgd við okkara boð, og vit eru sannførd um, at vit kunnu vera kappingarfør, um nakað annað verður sett til sølu, greiðir forstjórin í Føroya Banka frá, sum altso framvegis leitar við lykt eftir onkrum banka at keypa í Danmark.
Boðið upp á Fionia Bank varð givið í samstarvi við Lån&Spar Bank, og Janus Petersen avdúkar fyri RB Børsen, at eitt tílíkt samstarv als ikki er óhugsandi til framtíðar keypsætlanir.