Føroya Banki triðstørstur á virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík Ein nýggj uppgerð yvir 10 tey virðismestu feløgini á íslendska virðisbrævamarknaðinum vísir, at Føroya Banki nú hevur triðstørsta marknaðarvirðið.
Í farnu viku vóru umboð fyri OMX í Reykjavík á vitjan í Føroyum. Á síni vitjan í Føroya Banka gjørdu tey vart við, at børsskrásettu føroysku fyritøkurnar nú fylla lutfalsliga nógv á íslendska virðisbrævamarknaðinum. Hetta kemst m.a. av, at íslendsku bankarnir gjørdust statsogn í oktober og tí vórðu tiknir av virðisbrævamarknaðinum.
Samlaða marknaðarvirðið var knappar 9 milliardir krónur. Marknaðarvirðið á Føroya Banka var 1,1 milliard svarandi til 13 prosent.
Tey fýra børsskrásettu føroysku feløgini hava eitt marknaðarvirði á tilsamans 2,8 milliardir svarandi til 31 prosent av samlaða virðinum á 10 teimum størstu fyritøkunum, skrivarr Føroya Banki á heimasíðu síni.