Teir báðir bankarnir fóru hvør sín veg á íslendska virðisbrævamarknaðinum í gjár Glitnir-bankin, sum fekk almenna hjálp fyri nøkrum døgum síðani, hevði ta størstu virðisøkingina á íslendska virðisbrævamarknaðinum í gjár. Virðið á partabrøvum bankans hækkaði umleið 5,2 prosent.
Teir báðir føroysku bankarnir á marknaðinum fóru hvør sín veg. Partabrøvini í Føroya Banka hækkaðu 1,19 prosent í virði, meðan virðið á partabrøvunum í Eik banka fall 3,5 prosent, skrivar Morgunblaðið.