Føroya Banki vitjar stóríleggjarar í London

Í dag fer Føroya Banki á sonevnt roadshow í London. Hetta er afturvendandi átak, sum bankin skipar fyri til tess at røkja verandi íleggjarar og fyri at fáa nýggjar íleggjarar Farna árið hevur verið merkt av stórari óvissu á partabrævamarknaðinum, og tí hevur eisini verið torført hjá nógvum fyritøkum at sloppið á gátt hjá stórum íleggjarum. Men nú hava fýra altjóða ognarrøktarar í London sýnt áhuga fyri at fáa Føroya Banka á gátt at greiða frá bankanum sum áhugaverdari partabrævaíløgu. Hvør sær umsita hesir ognarrøktarar fyri fleiri milliardir krónur í partabrøvum.

Føroya Banki arbeiðir støðugt við at skapa áhuga fyri bankanum millum nýggjar íleggjarar, og tí fegnast forstjórin eisini um, at hetta arbeiðið ber ávøkst:

-Kapitalur er vorðin ein knøpp vøra í heiminum, og óvissan hevur minkað heilt nógv um hugin til at gera íløgur í partabrøv sum heild. Tí skal ein stórur innsatsur gerast fyri at koma á tal við tílíkar stórar stovnsligar íleggarar. Vit eru sjálvsagt fúsir at leggja leiðina til London at greiða frá bankanum sum íløgu, nú áhugin vísir seg har, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.

Á fundunum í London verður greitt frá bankans strategi og sterku fíggjarligu støðu. Somuleiðis verður greitt frá støðuni hjá føroyska búskapinum og teimum avbjóðingunum, fíggjarkreppan gevur føroyska samfelagnum.

Við á ferðini í London eru Janus Petersen, forstjóri, og Johnny í Grótinum, IR-leiðari.