Innloysingin verður gjørd eftir reglunum í partafelagslógini, sum gevur einum stórpartaeigara, sum ræður yvir meiri enn 90 pst. av partapeninginum, rætt til at innloysa hinar partaeigararnar stendur í tíðindaskrivi frá Trygd.
Í sambandi við samanleggingina av P/F Trygd og P/F FB Holding fyrr í ár gjørdist Føroya Banki eigari av 96,2 pst. av partapeninginum í P/F Trygd. Grundað á hetta hevur nevndin í P/F Trygd og Føroya Banki hildið tað verið náttúrligt at latið bankan yvirtikið allan partapeningin í P/F Trygd.
Trygd, sum varð sett á stovn í 1932, misti í sambandi við tryggingarmonopolið í 1943 rættin at tekna nýggjar tryggingar. Felagið fánaði sum fráleið og varð fíggjarliga hótt, tá ið nevndin í 1997 í samráð við Føroya Banka tók avgerð um at royna at fáa felagnum nýtt kapitalgrundarlag.
Tryggingarmonopolið varð avtikið tann 1. januar 9197, og í februar 1998 byrjaði P/f Trygd aftur sítt virksemi sum skaðatrygginarfelag. P/f Trygd hevur ikki havt eina lætta byrjan. Felagið kappast móti einum næstan yvirvaksnum kappingarneyta, sum í lívd av meiri enn 50-ára monopoli hevur savnað saman eina velduga kapitalmegi.
Tað hevur verið bundið at s´torum útreiðslum at latið P/f Trygd byrjað av nýggjum, og væntandi er, at felagið enn eina tíð kemur at hava hall. Tað er eisini við hesum í huga, at Føroya Banki hevur hildið tað verið rættast at yvirtaka fulla fíggjarliga ábyrgd av felagnum.
P/f Trygd hevur uppá minni enn 2 ár havt eina stóra ávirkan á tann føroyska trygginarmarknaðin. Trygd er komin á marknaðin við nýggjum sløgum av tryggingum, og felagið hevur lagt seg á odda við nýggjum prísum á tryggingum í Føroyum. Tað er neyvan ov nógv sagt, at felagið - lítið sum tað er - er vorðið marknaðarleiðandi.
Í Trygd vóna tey, at tryggingartakararnir fara at løna hesum stigi við at stuðla P/F Trygd. Bara Trygd kann tryggja ta kapping, sum er ein avgerandi treyt fyri, at tryggingartakararnir til eina og hvørja tíð kunnu rokna við at kunna tekna tær røttu tryggingarnar fyri teir røttu prísirnar stendur í tíðindaskrivi frá P/f Trygd.