Navnið »Okkara« stavar frá gamla Meiarínum í Havn, Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik. Tað vóru eigararnir av hesum felag, sum stovnaðu bryggjaríið Okkara í 2009.
Raksturin hevur verið tungur hjá felagnum, sum hevur havt stór hall á nærum hvørjum ári. Tilsamans hevur felagið havt hall upp á 20 milliónir krónur hesi árini.
Eginognin hjá felagnum var í roknskapinum frá 2018 minus 2,8 milliónir krónur.
Stjóri í Okkara, nú felagið varð selt, var Thomas Hanus Dam á Argjum. Nevndarformaður var Óli M. Hansen og nevndarlimirnir Høgni Jensen, Niels Mortensen og Regin W. Dalsgaard.