Føroya Kolvetni í hæddini

Føroysku oljupartabrøvini líkjast framvegis eini góðari íløgu. Faroe Petroleum hevur merkt stóran vøkstur seinastu tíðina, meðan Atlantic Petroleum liggur stabilt um kurs 700

Partabrøv

Kursurin á partabrævinum hjá Faroe Petroleum á marknaðinum í London var í gjár á 150. Tað er hægsta virðið, sum partabrævið hevur havt, síðani ódnirnar herjaðu meksikanska flógvan í fjør heyst. Ta ferðina var partabrævið heilt uppi á 165, sum er nógv tað hægsta virðið, sum felagið hevur havt.
Í verandi hækkanini hava tað serliga verið tveir lutir, sum hava spælt positivt inn - umframt støðugu útlitini fyri høgum oljuprísum, sjálvandi. Fyri lítlari viku síðani boðaði felagið frá góðu støðuni, sum felagið nú tykist vera í í Noreg. Hartil kom ársroknskapur felagsins út í gjár, og hóast eitt lítið hall, so gav hesin tað úrslit, sum leiðslan hevði sett í kortið. Og kundi felagið á tann hátt prógvað, at fyritøkan verður rikin á einum skynsamum grundarlagið.

Í tryggari legu
Seinastu vikurnar hevur talan ikki verið um tær heilt stóru nýggjheitirnar frá hinum føroyska oljufelagnum, Atlantic Petroleum, sum er skrásett á ICEX í Íslandi.
Hetta tykist eisini hava merkt prísin, sum støðugt hevur ligið eitt petti oman fyri teimum 700. Í øllum førum, síðani partabrævið fyri góðum mánaði síðani gjørdi satt skarvslop eftir bjartskygdu greiningina frá Eik Bank. Heilt upp móti kursmálinum hjá danska bankanum er partabrævið enn ikki komið. Men seinastu vikurnar hevur kursurin støðugt ligið beint oman fyri tey 700, og tað er væl eisini meira enn góðtikið hjá íleggjarunum.