Skúlaskapur
- Føroya Lærarafelagi er ein vissur likamspartur av fjórðu deild og fólkaskúlin er eitt merkiligt lasafar.
Óli Breckmann, løgtingsmaður, høgdi til høgru og vinstru, tá ið Løgtingið hevði føroyska fóllkaskúlan til umrøðu mikudagin.
Heidi Petersen, løgtingskvinna, spurdi landsstýrismannin í skúlamálum, hvussu hann ætlaði at fyrihalda seg til úrslitið av Pisa kanningini.
Óli Breckmann kallaði skúlan eitt merkiligt lasafar og tað verður ikki talingur um at brúka meiri pening upp á hetta lasafarið.
- Ein gamal bilur má burtur og vit mugu í holt við at fáa ein nýggjan bil. Eitt gamalt skip kann ikki blíva við at verða umvælt fyri fleiri milliónir, tí tað søkkur fyrr ella seinni.
- Og hendan brigadan av serfrøðingum, sum kallast Føroya Lærarafelag hava 46 tilráðingar, men eg hoyrdi ongantíð, at vanligi limurin í Lærarafelagnum skal sleppa at royna seg í fríari kapping ímóti øðrum limum í Føroya Lærarafelag.
- Tey halda hondina yvir hvørjum øðrum og kann eg siga mína meining um Føroya Lærarafelag er tað ein vissur likamspartur í fjórðu deild, ljóðaðu seinastu skotriðini frá Óla Breckmann um felagið hjá føroysku lærarunum.
Men hann var ikki heilt liðugur við sjálvan fólkaskúlan, tí hann mælti eisini til, at nakrar milliónir verða brúktar til at seta video-upptøkutól upp í hvørjari einastu skúlastovu fyri at vita, hvat kanska var galið við lærarunum, um so er, at úrslitið av næstu Pisa kanning verður líka vánaligt, sum úrslitið av teirri fyrstu, sum varð kunngjørt fyrr í ár.
Hann vísti á, at Løgtingslimir hava upptøkutól á sær hvønn einasta dag og hann helt ikki, at tað var meiri enn rímiligt, at ein almennur stovnur sum fólkaskúlin, eisini toldi tað.
Kunnu ikki leypa á leistum
Annars vísti Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður á, at í næsta mánað er ætlanin at hava aðalorðaskiftið í Løgtinginum um fólkaskúlan. Síðani verður málið tikið til politiska viðgerð og neyðugur peningur settur av.
Annars vísti hann á, at næsta ár er ætlanin at játtanin til fólkaskúlan skal økjast tilsamans 18 milliónir.
Andreas Petersen vísti á, at hetta er ikki eitt mál, har vit kundi loypa á leistum, uttan at hugsa væl og virðiliga um tey tiltøk, vit seta í verk.
Høgni Hoydal sigur, at tað er skeivt, at játtanin til fólkaskúlan er ikki hækkað, tí hækkingar til Skúlabókagrunnin hava onki við fólkaskúlan at gera.
Bæði Heðin Zachariasen, Kaj Leo Johhannesen hildu, at tað var neyðugt at tað er ikki vist at hægri játtanir í sær sjálvum, loysa trupulleikan, tí teir mettu, at tað mátti eisini kannast eftir væl og virðiliga, hvat vit fáa fyri pengarnar.
Hergeir Nielsen undraðist á, at Óli Breckmann ikki varð átalaður fyri at kallað Føroya Lærarafelag eitt so niðrandi sum afturpartin í fjórðu deild.
Sverri Midjord helt, at tíðin varð kanska komin til at dagføra lærararnar í fólkaskúlanum til at lúka dagsins krøv.