Kaffi, sherry, portvín og køkur fara at standa á borðinum í matarhøllini, meðan felagssangurin rungar á Frælsinum í Havn í dag,
leygardag. Føðingardagsbarnið er Føroya Lærarafelag og Læraraskúlin er karmur um hátíðarhaldið, sum byrjar klokkan 15.00.
Tað verður formaðurin í Føroya Lærarafelag Andras L. Samuelsen, ið fer at bjóða vælkomin. Síðan verður í felag sungið »Landið eg bar við mær« (inn um skúlagátt, blðm.).
Klokkan 15.15 verður tað Høgni Hoydal, varaløgmaður, ið fer at flyta
fram røðu og í hølunum á røðuni verður eitt intermezzo við eini trio við Musikkskúlalærarum.
Nógvar røður vera. Skúlastjórin á Ziskatrøð í Klaksvík, Ásbjørn Lómaklett fer at siga nøkur orð klokkan 15.40, og eftir hann fer Palli Joensen, skúlastjóri í Vestmanna, eisini at halda røðu.
Klokkan 16.00 verður tað aftur tónleikur við trio?ini við
Musikkskúlalærarum.
Fyrrverandi formenn
heiðraðir
Síðan fara tríggir fyrrverandi formenn í Føroya Lærarafelag at bera fram heilsu. Fyrstur verður Hans Kristiansen, síðan verður tað Eilif Samulsen og seinast fer Marita Petersen at siga nøkur orð.
Tey trý vera saman við øðrum síðan heiðrað aftan á at felagssangur og ein køkuløta við kaffi, sherry og portvín hevur verið í matarhøllini.
Saga Petroleum stuðlar
Síðsta punkt á skránni er ein kantata eftir Pauli í Sandagerði, ið hevur skrivað tónleikin og Aleksandur Kristiansen, ið hevur skrivað tekstin.
100 ára kantatan hjá Føroya Lærarafelag verður framførd í samkomuhøllini klokkan 17.40 og tað verður kórið hjá Paula í Sandagerði, Karmina Maritima, ið fer at syngja verkið.
Í skránni verður gjørt vart við, at tað er Saga Petroleum, sum hevur stuðlað »hesum parti í skránni«. Gongur alt eftir ætlan, so er almenna hátíðarhaldið liðugt klokkan 18.00.