Føroya pedagogfelag átalar harðliga tær sparingar, sum nú veruliga hava fingið avleiðingar fyri alt ov nógvar borgarar í okkara landi stendur í yvirlýsing frá felagnum í kvøld.
Soljóðandi yvirlýsing frá Føroya pedagogfelag er send miðlunum í kvøld:
?Nevndin í Føroya pedagogfelag hevur á nevndarfundi í dag tann 19. februar 2009 viðgjørt sparingarnar á almannaøkinum.
Føroya pedagogfelag átalar harðliga tær sparingar, sum nú veruliga hava fingið avleiðingar fyri alt ov nógvar borgarar í okkara landi.
Føroya pedagogfelag er skelkað av tí raðfesting, sum politiski myndugleikin hevur framt ? og vil heita á Føroya Løgting um at taka ábyrgd fyri øllum borgarum í Føroyum ? eisini teimum veiku í samfelagnum.
Vit síggja hvussu sparingarnar fara at raka Familjudeildina á Føroya Barnaheimi
Vit síggja hvussu sparingarnar fara at raka Trivnaðartænastuna. Fólk verða flutt úr teirra heimum ímóti teirra vilja.
Vit síggja hvussu eldraøkið er sindrað
Vit síggja hvussu sparingarnar hava rakt heilsu- og sjúkrahúsverkið
Vit síggja hvussu sparingarnar hava rakt Fróðskaparsetrið
Vit síggja hvussu sparingarnar hava rakt Fólkaskúlaøkið
Osfr.
Er hetta tað, sum borgarar í hesum landi ynskja?
Føroya pedagogfelag heitir á Føroya Løgting um ikki at lata sparingarnar ganga yvir kjarnuvirðini í samfelagnum. Vit kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, men hetta er so ikki tað vit uppliva í løtuni.?
Yvirlýsingin er undirskrivað av nevndini í Føroya pedagogfelag
Jarvin Feilberg Hansen, formaður
Sigga Óladóttir Joensen, næstforkvinna
Jórun Ennistíg, Kassameistari
Jógvan Philbrow, skrivari
Joan Heinesen, nevndarlimur