Føroya Postfelag

Sunleiv framvegis formaður

Føroya Postfelag hevði aðalfund leygardagin 28. februar 2004.

Nógvir limir vóru á aðalfundi, har landsstýrismaðurin í postmálum, Bjarni
Djurholm var gestarøðari, og var kjakið um umlegging av postverkinum tað,
sum fekk stórst rúmd.
Útmeldingarnar hjá Bjarna Djurholm vóru rættuliga positivar í samband við
eina møguliga umlegging.
Starvsfólkaviðurskiftini og annað var viðgjørt, og starvsfólkinum á
Frímerkjadeildini varð lovað annan bygning, um bygningurin á Argjun varð
seldur.

Eftir at nevndin í Føroya Postfelag hevur skipað seg, sær hon soleiðis út.

Sunleiv Højgaard, formaður.
Hendrik Thomsen, næstformaður.
Ann Vilhelmsdóttir, kassameistari
Johannes A. Ellingsgaard
Jákup Páll Mohr Mortensen