Føroya Postfelag hevur havt aðalfund.
Millum annað varð val av formanni, og einum nevndarlimi á skránni.
Tvey uppskot vórðu til formann, og var sitandi formaðurin Sunleiv Højgaard afturvaldur.
Nýggjur nevndarlimur er Finngerð Hansdóttir.
Nevndin hevur eftir aðalfundi skipað seg soleiðis.
Sunleiv Højgaard, formaður
Agnar Bech, næstformaður
Finngerð Hansdóttir, kassameistari
Hinir nevndarlimirnir eru:
Jákup Páll Mohr Mortensen
Johannes A. Ellingsgaard, sum var valdur tiltakslimur, er í nevndini fyri Elin Danielsen, sum er í farloyvi.