Í kvøld fer SIC á pall í TB-húsinum og tá verður ikki spart upp á krútið Ì kvøld, leygarkvldið, fáa suðuroyingar forvitsnisliga tónleikavitjan
Tað verður nevniliga í kvøld at tungmálmsbólkurin yvir øllum her um okkara leiðis, Sic, fer á pall í TB húsinum.
SIC spælir harðan rocktónleik ? tungmálmstónleik, sum onkur kallar hardcore-metal. Oddamaður í bólkinum er tann orkumikli Mikkjal Gaard Hansen, og saman við honum spæla fýra villir tónleikarar.
SIC gav fyrr í ár út fløguna Pandemonium, og hon hevur fingið góð ummæli bæði heima og burturi. Millum annað hevur áhugi verið fyri fløguni í Avstralia og pørtum av Suðuramerika.
Tað verður ikki spart upp á krútið, tá ið SIC fer á pallin at spæla og tað verður tað neyvan heldur í TB húsinum í kvøld
Annars fer Ablaze av Tvøroyri eisini at spæla