Hetta skuldi verða fjórða ár á rað, at Føroya Symfoniorkestur bjóðaði øllum barnagarðsbørnum og 1.-3. floks næmingum í Føroyum til eina klassiska konsert. Tíverri eru fíggjarligu karmarnir so mikið tambaðir, at orkestrið ikki hevur nakað annað val enn at avlýsa konsertirnar í ár. Hetta er eitt keðiligt afturstig í mun til tey sera jaligu úrslitini frá undanfarnu árum.
Hesi trý seinastu árini eru áleið 3500 børn úr øllum pørtum av landinum, t.d. úr Nólsoy, Suðuroy, Koltri, Norðoyggjum komin fyri at lurta eftir symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum. Konsertirnar hava verið ókeypis fyri at gera hetta til eitt tilboð fyri øll.
Í fjør tók orkestrið stig til at týða eina nýggja íslendska barnabók ?Magnus Mús? til føroyskt. Útgávan inniheldur eina fitta søgu um músina Magnus, sum villist inn í eina orkesturhøll, og hevur harumframt myndir, tónleik og ein sang, sum børnini syngja við til. Bókin hevur havt sera góða móttøku og er nú týdd til fimm mál, og verður framførd í so fjarskotnum londum sum Australia.
Tað sigur Bernharður Wilkinson, orkesturleiðari.