Ørvur var í flokki fyri seg

Í dag vóru tað argjamenn, sum vóru næstfremstir, meðan Risin endaði á triðja plássi

Ørvur hjá Havnar Róðrafelag hevur fyrr í summar vunnið allar seks róðrarnar, og í dag setti Ørvur eitt sera verdugt punktum fyri hetta róðrarárið.

 

Ørvur sprakk avstað, og Ørvur var fremstur allan tann stutta teinin, sum er 901.3 metrar.

 

Áðrenn startspurturin var av, var Ørvur tað mesta av einum skuti undan hinum bátunum, og áðrenn teir komu inn á Molan, var tað leyst millum Ørv og hinar bátarnar. Fram ímóti málinum vóru tað mest sum tvær bátslongdir frá Ørvi og aftur til hinar bátarnar.

 

Í teimum seks undanfarnu kappingunum hevur Risin av Eiði verið næstfyrstur. Soleiðis var tað ikki í dag. Argjabáturin, sum annars hevur verið á triðja plássi, legði seg framum Risan, og argjamenn megnaðu alla tíðina at halda eiðismenn aftanfyri seg.

 

Tá ið Argjabáturin fór um málið, var tað leyst aftur til Risan.

 

Í FM kappingini vann Risin silvur og Argjabáturin bronsu.

 

1 Ørvur (HR)04:15.14+00.007 
2 Argjabáturin (AR)04:19.24+04.106 
3 Risin (ERF)04:23.12+07.985 
4 Gullbrandur (ÍF)04:25.15+10.014 
5 Knørrur (RK)04:27.02+11.883 
6 Miðvingur (MR)04:32.13+16.992 
7 Gøtu Tróndur (TIND)04:33.00+17.861 
8 Tórsbáturin (HR)04:37.15+22.010 
9 Árnfirðingur (ÁRF)04:41.30+26.160

 

 

 

1 Ørvur (HR)749 
2 Risin (ERF)741 
3 Argjabáturin (AR)734 
4 Gullbrandur (ÍF)724 
5 Gøtu Tróndur (TIND)723 
6 Knørrur (RK)715 
7 Miðvingur (MR)79 
8 Árnfirðingur (ÁRF)71 
9 Tórsbáturin (HR)30

 

https://rsfurslit.fo/