Føroya Tele 22,7 mió. í avlopi fyrra hálvár

Fyrra hálvár royndist væl hjá Føroya Tele. Fyritøkan hevði 22,7 mió. krónur í avlopi eftir skatt teir fyrstu seks mánaðarnar í ár Avlopið á rakstrinum hjá Føroya Tele fyrra hálvár var 22,7 mió. krónur eftir skatt. Um hendan gongdin heldur fram restina av árinum, verður ársúrslitið í 2007 betri enn í 2006, tá Føroya Tele hevði 26,7 mió. krónur í avlopi eftir skatt, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Nettosølan fyrra hálvár í ár var 172 mió. krónur, og tað eru 13,5 mió. krónur meira enn fyrra hálvár 2006, tá nettosølan var 158,5 mió. krónur. Men útreiðslurnar øktust eisini fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør úr 101,5 mió. krónum upp í 118,5 mió. krónur. Øktu útreiðslurnar stóðust fyrst og fremst av, at Føroya Tele hevur brúkt pengar til at dagføra tøkni og uttanlandssamskiftið.

Føroya Tele hevur eisini gjørt íløgur í KT fyritøkur í Føroyum og Danmark, og hetta fer at ávirka roknskapin hjá felagnum seinna hálvárið. Samanumtikið verður roknað við, at ársúrslitið verður betri í ár enn í fjør. Harumframt ger Føroya Tele íløgur í SHEFA-2, sum er nýggja fjarskiftissambandið millum Føroyar, Hetland, Orknoyggjarnar og Skotland.

Eginpeningurin hjá Føroya Tele vaks 22 milliónir krónur fyrstu seks mánaðirnar í ár og var 349,8 mió. krónur tann 30. juni. Trygdarevnini hjá samtakinum eru 65 prosent.