Føroya Tele 42 milliónir í halli

Føroya Tele kunnger í dag eitt hall á heilar 42,2 milliónir krónur fyri skatt fyri 2009. Harafturat er nevndarformaðurin, Heini Zachariassen, skiftur út. Føroya Tele sigur í tíðindaskrivi, at hóast felagið í 2009 hevði so stórt hall, so er kjarnuvirksemið styrkt. Inntøkurnar lækkaðu við 15 milliónum krónum, úr 436 niður í 421, men kortini vaks rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar úr 95 upp í 103 milliónir krónur.

Puljan til starvsfólkahópin minkaði við 6,7 milliónum krónum.

Orsøkin til ovurstóra hallið er avsetingar og niðurskrivingar av fíggjarligum íløgum, sum tilsamans er 66,1 millión krónur.

Verður sæð burtur frá óvanligum útreiðslum og avskrivingum var úrslitið áðrenn skatt 30,4 milliónir krónur í avlopi, og tað er 10,3 milliónir betri enn í 2008.

Kjarnuvirksemið hjá Føroya Tele er styrkt, men samanlagt er úrslitið ikki nøktandi, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.

Á aðalfundinum í gjár var eisini ein útskifting í nevndini. Nevndarformaðurin seinastu tvey árini, Heini Zachariassen, er farin frá, og nýggjur nevndarformaður er Klaus Pedersen, sum sat í nevndini áðrenn.

Á aðalfundinum var eisini gjørt av, at Føroya Tele rindar eigaranum, sum er Føroya Landsstýri, 6 milliónir krónur í vinningsbýti.

Føroya Tele hevur á hvørjum ári, síðani 2002, havt eitt yvirskot, sum lá millum 18 og 53 milliónir krónur.