Føroya Tele í altjóða samstarvi

Í fjør fór Føroya Tele upp í samstarv við fjarskiftisfeløg í øðrum smáum londum, og gjørt varð eitt teleforum fyri samskifti um felags avbjóðingar, hugskot og royndir.

 

Andras Róin, stjóri á Føroya Tele sigur, at fjarskiftisfelagið á Malta bjóðaði til fundin, sum varð hildin á Malta 24. og 25. mai. Fyri Føroya Tele vóru stjórin sjálvur og nevndarformaðurin, Jógvan Ellefsen, á fundi.

Framløgurnar vóru gjørdar av umboðum úr Andorra, Kypern, Malta, Grønlandi, Isle of Man, Íslandi, Liktinstein, Luksemburg og Føroyum. Síðan var kjak um tey ymisku evnini, og umboðini kundu staðfesta, at hóast ymiskt er, hvussu t. d. kappingartilgongdin hevur verið í teimum ymisku londunum, so hava feløgini sera nógv til felags.

Fjarskiftisfelagið úr San Marino hevur bjóðað til triðja fundin, sum verður hildin í San Marino í heyst.

Føroya Tele fegnast um, at tað við samstarvinum í hesum teleforum er møguligt at kjakast um felags avbjóðingar, at læra av hvørjum øðrum og at fáa tættari samstarv og samband í lag millum fjarskiftisfyritøkur í teimum smærru londunum, sigur Andras Róin.