Sjúrður Skaale
Dimmalætting bar í farnu viku fólki tey tíðindi, at øll, sum vóru áhugað í at keypa Sosialin frá Javnaðarflokkinum, ikki fingu somu treytir, tá boð skuldu latast inn.
Blaðið segði seg vita frá fleiri áhugaðum keyparum, at tað var sera trupult hjá teimum at fáu fatur á neyðugu upplýsingunum. Og tá teir so endiliga fingu upplýsingar, fingu teir bara eina løtu at umrøða seg í, áðrenn boðið skuldi vera inni.
Niðurstøðan hjá tí, sum las greinarnar í Dimmu, kundi illa vera onnur enn, at Javnaðarflokkurin hevði gjørt av, at Jan Muller, Eirikur Lindenskov og Co. skuldu hava blaðið. Tað avgerandi fyri søluna var altso ikki bara prísurin.
Hesum er einki galið við. Keyparin ger av, hvønn hann selir til.
Tað er eisini heilt upplagt, at ein bólkur við Jan Muller og Eiriki Lindenskov á odda fær betri treytir enn aðrir keyparar.
Fyri tað fyrsta tí at Eirikur og serliga Jan hava í stóran mun skapt Sosialin. Dugnaliga og miðvíst hava teir gjørt blaðið til eina fyritøku, sum er nógvar pengar verd. Tað skuldi verið løgið, sum Javnaðarflokkurin ikki lønti teimum fyri tað.
Fyri tað annað eiga Jan og Eirikur eisini sín stóra lut í, at Javnaðarflokkurin hevur so stóra undirtøku, sum hann hevur. At hann hevur havt Sosialin at tala sína søk bæði so og so, hevur givið Javnaðarflokkinum ein veldugan fyrimun. Tað hevði verið heilt merkiligt, um Jan og Eirikur ikki eisini vórðu løntir fyri tað.
So far so good.
Føroya Tele
Tað, sum Dimma skrivaði um søluna, er ikki afturvíst. Og er tað rætt, so seldi Javnaðarflokkurin ið hvussu er lutvíst Sosialin til Jan, Eirik og Co. av partapolitiskum orsøkum. Púrasta legitimum partapolitiskum orsøkum, sum eingin kann siga nakað til. Eg havi heldur ikki við einum orði sagt, at nakað var galið við hesum.
Men tað merkir altso eisini, at Føroya Tele almenna Føroya Tele var við í einum keypi, sum m.a. fór fram av partapolitiskum orsøkum.
Og tað er tað bara tað sum eg og mong við mær ikki halda vera beint. Tí við hesum verður tann almenna fyritøkan á óhepnan hátt drigin inn í partapolitikk.
Jan svarar
Og eftir at hava lisið Sosialin týsdagin má eg siga, at skaðin er størri, enn eg helt.
Tí tað er ikki leiðslan á Føroya Tele, sum svarar upp á mítt lesarabræv, har eg setti spurnartekin við teirra avgerð.
Nei, svarið kemur frá blaðstjórunum báðum, Jan og Eiriki. Monnunum, sum eg fleiri ferðir segði einki skeivt at hava gjørt.
Annað svarið er oddagreinin. Henni stendur Jan fyri. Jan vísir á, at fyritøkur uttanlands gera íløgur í bløð, og at bløð kunnu vera kommersielt áhugaverd hjá einum íleggjara, sama, hvør politiski liturin er. Hví skuldi ein føroysk avís verið øðrvísi? spyr hann.
Jamen góði Jan! Tað er ikki avísin, sum eg havi kritiserað fyri nakað. Munurin er íleggjarin. Føroya Tele. Tað er ein almenn fyritøka. Eg vildi at hon var privat, men hon er almenn. Og bleiv ein almenn fyritøka uttanlands rótað inn í partapolitikk á hendan hátt, so hevði tað sanniliga eisini havt kjak við sær.
Eg eri eisini vísur í, at Sosialurin hevði sett spurnartekin við hetta um tað altso hevði verið onkur annar enn Sosialurin, sum fekk tað almennu íløguna...
Erikur svarar
Eirikur Lindenskov svarar mær í einum lesarabrævi.
Hann sigur ikki eitt einasta orð um tað, sum málið snýr seg um. Svarið er partapolitisk runublaking av tí mest primitiva slagnum. Tað snýr seg um bløðini 14. september og Fregnir, sum bæði eru farin á heysin, og sum sambært Eiriki ikki hava goldið allar sínar rokningar fyri prenting. Hetta hevur verið ringt fyri Javnaðarflokkin, sigur hann, tí um tað ikki var fyri hesar breiðkjaftaðu tjóðveldismenninar o.a., so hevði bankabókin hjá Javnaðarflokkinum verið nógv tjúkkri.
Altso: Eg skrivaði eina viðmerking um nakað, sum eg helt vera eina skeiva avgerð hjá Føroya Tele.Eirikur Lindenskov svarar aftur við einum illum partapolitiskum glepsi um, at bæði deyðir og livandi tjóðveldismenn hava tað á síni samvitsku, at Javnaðarflokkurin ikki eigur meiri pengar!
Onnur mugu svara fyri tað, Eirikur kastar hesum tjóðveldismonnum fyri. Eg havi einki havt við tað at gera, og veit einki um tað.
Men eg haldi tað vera sera hugvekjandi, at ein grein um eina avgerð hjá Føroya Tele skal hava við sær eitt so primitivt, partapolitiskt álop. Hetta prógvar í ólukkumát tað, eg bar ótta fyri: Føroya Tele er ikki bara endað í eini partapolitiskari suppu, men einum partapolitiskum runudíki. Og tað skaðar fyritøkuna almikið.
Hvat verður tað næsta? Skal Eirikur Lindenskov verja Javnaðarflokkin og leggja eftir Sambandsflokkinum, um onkur sambandsmaður dittar sær at siga, at takstirnir hjá Føroya Tele eru ov høgir?
Eg eri vísur í, at Andras Róin dugir at síggja trupulleikan.