Hetta tveir av garrvillastu føroysku rokkbólkunum, sum fara til Íslands, at vísa eina sera myrka og harða síðu av føroyskum tónleiki, ummælarin hjá Sosialinum skrivaði fyri stuttum um sangaran í Sic, Mikkjal Gaard Hansen Tað, sum Eivør kann gera fyri tað inniliga og bleyta, kann Mikkjal í líkastóran mun gera fyri tað brutala og harða Eivør er longu kend í Íslandi, nú fer Mikkjal til Íslands at sannføra íslendingar.
Føroysk tungmálmsmaskina
Sic hava seinastu tíðina gjørt nógv um seg á føroyska tónleikapallinum og eru í løtuni millum best dámdu bólkar millum yngru áhoyrararnar. Hetta kemst ikki minst av orkufylta sangaranum. Mikkjal telist millum sterkastu frontfigurar, ið Føroyar eigur. Mikkjal sang í Krit, áðrenn hann stovnaði Sic. Men tað var ikki, fyrr enn Sic varð endurnýggjaður og fekk tríggjar nýggjar limir, Frans Galán á gittara og rødd, Gudmar Hansen á bassi og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Magnus Hansen"$?$end$!$Magnus Hansen</st1:PersonName$?$end$!$ á trummum, at bólkurin veruliga tók dik á seg. Umframt Mikkjal og hinar tríggjar nýggju er upprunaligi gittarleikarin Eddie Jacobsen við í bólkinum. <BR>Sic hava áður verið í Vestmannaoyggjunum og spælt. Men hetta var í eini gamlari útgávu av bólkinum. Nú stendur Reykjavík fyri tørn, tá harðasta og mest kontanta føroyska tungmálmsmaskinan kemur til býin.
Nýggj síða av 48 Pages
48 Pages hava ikki verið nógv at hoyrt í ár. Fleiri av limunum hava verið á háskúla í Danmark. Nú er onkur komin aftur, og tann eini gittarleikarin er skiftur út. Seinastu mánaðarnar hevur bólkurin arbeitt hart í venjingarhølinum, og eru sera væl fyri.
Nýggi gittarleikarin er heldur ikki hvør sum helst, Edmund í Garði, er av gávuríkastu ungu gittarleikarum í landinum. Hann hevur fyrr spælt í Krit, Side Effect og Zink. Sambært trummuleikaranum Eyðun Müller, so riggar Edmund væl inn í 48 Pages Tað funkar super og riggar suverent.
48 Pages fara í næstum undir upptøkur av eini demofløgu. Teir arbeiða tí nógv og málrættað við tónleikinum. Hetta arbeiðið hevur broytt tónleikin nógv, greiður Eyðun frá. Vit hava nógva forritan við og brúka eisini elektriskar trummur og nógv keyboards. Tað, at fáa ein nýggjan lim í bólkin, avbjóðar restina okkum nógv. Vit hava peppað øll tey gomlu løgini upp, og hava eisini skrivað okkurt nýtt lag. Eg haldi, at vit eru betur enn nakrantíð áður
Karl Anton er ferðaleiðari
Karl Anton Klein, ið umsitur ovararu hædd av Margarinfabrikkini, er ferðaleiðari og hevur lagt túrin til rættis. Hann fór í gjár við øllum ljóðførunum í einum bili við Norrønu til Íslands. Tað var eisini Karl Anton, sum legði væleydnaða túrin hjá 48 Pages og Speaker til rættis í fjør summar.
Bólkarnir hava spælt eitt sindur fyri at fíggja túrin, men hava eisini fingið stuðul til ferðina, frá Norðurlandahúsinum í Føroyum, Mentamálaráðnum, Mentanargrunni Landsins, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways, Barnabata, Smyri Line, Sosialinum og Fitur í sambandi við ferðabrúnna.
Fýra konsertir í tríggjar dagar
Hóskvøldið kl. 22 fara bólkarnir á pallin í Bar 11 í Reykjavík saman við tveimum íslendskum bólkum. Fríggjakvøldið spæla teir tvær konsertir í barrini Gaukurástong. Henda konsert er saman við harða íslendska rokkbólkinum Dimma, fyrra konsertin verður kl. 17 og kl. 1 um náttina verður aftur fari á pallin.
Leygarkvøldið spæla føroysku bólkarnir saman við fýra íslendskum bólkum konsert í Hellir, ið er ein stór høll í Reykjavík. Sum er eru ongar ætlanir lagdar fyri sunnudagin, og bólkarnir vóna tí at spæla onkra konsert tá.
Í dag verða plakatir um konsertirnar hongdar upp í Reykjavík, og bæði Reykjavík Grapevine og Morgunblaðið skriva um føroysku bólkarnar.