Týsdagin var Føroyaprent saman við næmingum og lærarum við skúlan
á Argjahamri og plantaðu uml. 350 trø á økinum við skúlan.
Stigtakari var Eyðun á Borg, lærari, sum frætti um átakið Føroyaprent plantar trø,
og sum so tók av tilboðnum um, at Føroyaprent letur skúlanum ókeypis trø.
Meðan trøini vaksa, binda tey CO2 úr lufthválvinum, og har verður tað,
líkamikið um træið endar sum pappír, húsaklædningur ella verður
standandi har tað varð plantað. Tí eru trøini reinasta og mest
umhvørvisvinarliga maskinan, sum kann framleiða okkum vørur at brúka.
Brúka vit 1 kubikmetur av timbri, verður uml. 1 tons av CO2 bundið í timbrinum.
Tað vóru næmingar úr 9. flokki, sum saman við hvør sínum 1. floks
næmingi, Føroyaprent og Skógrøkt Landsins, sum plantaðu trøini. Vit á
Føroyaprent gleðast um at síggja trø og runnar vaksa, og gera gagn fyri
bæði næmingar, lærarar og umhvørvið við skúlan.
Føroyaprent er svanamerkt prentsmiðja og bókbindarí, sum framleiðir
alt frá visitkortum og øðrum smáum prentlutum til størri uppgávur sum
faldarar, bløð og bøkur.