Tað var sannur hátíðardámur á UNESCO- høvuðsborgini í París, tá ið formaðurin í felagsskapinum fyrrapartin kunngjørdi, at Føroyar eru upptiknar sum atlimur. Undir viðgerðini fyrrapartin í dag staðfesti formaðurin á aðalfundinum við gleði, at eingin hevði mótmælt, og at aðalfundurin tískil tók einmælt undir við atlimaskapi Føroya.
Formaðurin vísti á á, at Føroyar høvdu gjørt, at UNESCO í dag skrivar søgu við at gerast størsti altjóðafelagsskapur, tí hann sum tann fyrsti fer um tað magiska markið uppá 200 limalond.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, takkaði í røðu síni á UNESCO-aðalfundinum fyri álitið, ið nú er sýnt Føroyum, nevndi stóra týdningin av at vera partur í hesum alheimssamstarvi og endaði við at siga, at hann altíð fer at minnast hesa løtu sum eitt av størstu hæddarpunktunum í tænastu síni fyri Føroya landi og fólk.
Formligi limaskapurin er málsøki hjá uttanríkisráðnum, meðan mentamálaráðið situr við innihaldsliga partinum í hesum samstarvi, sigur uttanríkisráðið.