Føroyar í bólki við Kina

Lutakast hevur verið til Emerging Nations Cup kappingina, sum verður í Bulgaria 12. til 19. juni. 

 

Føroyar eru komnar í bólk saman við Kina, Moldova og Armenia. 

 

Emerging Nations er ein hondbóltskapping fyri U24-landslið, tó er loyvt at hava tríggjar leikarar eldri enn tað á liðnum.

 

Hondbóltssamband Føroya skrivar, at ilt er at meta um styrkina á mótstøðuliðunum. Allarhelst er Armenia veikasta liðið, meðan Føroyar og Moldova hava spælt fleiri tættar dystir seinastu árini. Kina er eitt púra óskrivað blað í hesum samanhangi.

 

Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri Emerging Nations Cup. Vinnarin fær rætt at luttaka í undankappingini til EM. Seinast vann Føroyar kappingina. 

 

Hinir bólkarnir eru:

Bólkur A: Turkaland, Kosovo, Albania, Írland

Bólkur B: Luksemburg, Georgia, Malta, Stóra Bretland

Bólkur C: Kýpros, Bulgaria, Andorra, Aserbadjan

Bólkur D: Kina, Føroyar, Moldova, Armenia