Føroyar dumpaðu akkurát ikki

Eftir steðgin var lítil og eingin tyngd í føroyska álopspartinum

Tað eydnaðist Føroyum at sleppa undan aftasta plássi í Nations League bólkaspælinum, sum nú er liðugt.

Síðstu lítlu løtuna kendist tað sum um, at Malta royndi at spenna álopsbogan, og í tveimum førum var tað um reppið, at talan varð um heilt vandamikla støðu.

 

Í fyrra hálvleiki vóru Føroyar leikliga omaná, uttan at tað eydnaðist at vinna upplagdar málmøguleikar, burtursæð frá tá ið Sølvi Vatnhamar eftir innlegg úr vinstru stútaði úr góðari støðu bóltin við síðuna av málinum.

Heldur var tað heimaliðið, sum í einstøkum støðum var vandamikið.

 

Eftir steðgin var tað deydligt. Føroyingar høvdu bóltin meiri, uttan at tað var broddur og tyngd í.

Malta hevði onkran møguleika, men fyri tað mesta ferðaðist bólturin millum brotsteigarnar, uttan at tað kendist vera vandamikið.

 

Úrslitið ber við sær, at Føroyar enda á triðja plássi í bólkaspælinum, og at Malta endar aftast.

 

Malta – Føroyar 1-1 (1-1)

UEFA Nations League kapping League D bólkur 3

Á Ta´Qali leikvøllinum á Malta týsdagin 20. november 2018 kl. 19.45

0-1: René S. Joensen 3.

1-1: Juan Corbolan 4.

Dómarabólkur úr Russlandi: Vitali Meshkov (dómari), Anton Averianov og

Dmitri Mosyakin (hjálpardómarar), Maksim Gavrilin (fjórði dómari) og Sergei Lapochkin og Mikhail Vilkov (máldómarar)

Malta: Hogg – Z. Muscat, Agius, S. Borg – Mbong, R. Muscat, P. Fenech, Failla – Corbolan, Schembri, Mifsud

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Heini Vatnsdal (Odmar Færø, 83.), Brandur Hendriksson Olsen – Sølvi Vatnhamar (Kaj Leo í Bartalsstovu, 67.), Hallur Hansson, René S. Joensen – Jákup Thomsen (Klæmint A. Olsen, 74.)

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Rógvi Baldvinsson, Árni Frederiksberg, Meinhard E. Olsen, Gunnar Vatnhamar, Jógvan Rói Davidsen, Jóannes Bjartalíð

Gult kort: Heini Vatnsdal, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen

 

LIÐUGT

1-1

 

91) 1-1

Malta vil hava brotsspark, tá ið Odmar Færø taklar, men dómarin tigur.

 

90) 1-1

3 minuttir lagdire aftrat.

 

90) 1-1

Malta er í fínari støðu í høgru tað endar við horna sum einki spyrst burturúr.

 

90) 1-1

Eftir innkast í høgru roynir Kaj Leo í Bartalsstovu seg við skoti úr stórari fjarstøðu, men bólturin fer væl við síðuna av málinum.

 

88) 1-1

Føroyar vinna hornaspark í høgru. Hette er fyrsta hornasparkið yvirhøvur. Málverjin tekur bóltin dygst undir málinum, og dómarin bríkslar fyri frísparki til heimaliðið.

 

86) 1-1

GULT KORT: Hallur Hansson fyri at mótmæla.

 

85) 1-1

Heimaliðið er í fínari støðu, men tað endar við frísparki til Føroya.

 

83) 1-1

Odmar Færø avloysir skadda Sonna Ragnar Nattestad.

 

82) 1-1

Sonni Ragnar Nattestad kennist vera darvaður av skaða.

 

81) 1-1

GULT KORT: Schembri sær gult fyri at brúka albogan ímóti Heina Vatnsdal.

 

 

80) 1-1

Malta spennir álopsbogan. Álopsspælarin Nwoko avloysir miðvallaran Failla.

 

79) 1-1

Brandur H. Olsen leggur við frísparki úr høgru fram í brotsteigin, har Heini Vatnsdal stútar bóltin uppum málið.

 

78) 1-1

Zerefa avloysir málskjúttan Corbolan.

 

75) 1-1

Klæmint A. Olsen avloysir Jákup Thomsen. Tríggir føroyskir spælarar hita upp - Odmar Færø, Árni Frederiksberg og Jóannes Bjartalíð.

 

74) 1-1

Risa møguleiki til Malta. Mifsud rekur inn frá vinstru og smekkar til úr góðari støðu, men Gunnar Nielsen bjargar væl. Risa stórur møguleiki.

 

71) 1-1

Nú var Gunnar Nielsen um at koma sær í óføri. Bólturin sprakk uppum hann, men Atli Gregersen sparkaði burtur, áðrenn tað varð vandamikið.

 

70) 1-1

Føroyingar eru framvegis meiri á bóltinum, men talan er um deydligt spæl.

 

69) 1-1

Maltesararnir taka tað óvguliga róliga í sambandi við deyðbóltar.

 

67) 1-1

Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Sølva Vatnhamar.

 

66) 1-1

Malta skiftir út: Caruana avloysir Z. Muscat, sum fer skaddur av vøllinum.

 

64) 1-1

Malta vinnur fríspark í góðari støðu í høgru, men føroyingar beina bóltin burtur og fara í kontra. Brandur H. Olsen roynir seg úr 22 metrum, men bólturin fer omanfyri málið.

 

62) 1-1

Fleiri føroyskir spælarar hita upp, eitt nú Kaj Leo í Bartalsstovu, Odmar Færø og Klæmint A. Olsen.

 

59) 1-1

Brandur H. Olsen leggur úr vinstru og fram í handaru síðu av brotsteiginum, har málverjin er hægstur.

 

57) 1-1

Hallur Hansson roynir úr 20 metrum undan vindinum, sum nú er frískari, men bólturin fer fýra metrar við síðuna av málinum.

 

55) 1-1

GULT KORT: Agius fyri fríspark ímóti René S. Joensen.

 

54) 1-1

Føroysku áskoðararnir hoyrast væl.

 

51) 1-1

Eftir innlegg úr vinstru roynir málskjúttin Coroblan seg av brotsteigarmarkinum og mitt fyri, og bólturin tekur tvørtræið aftanfyri Gunnar Nielsen, áðrenn hann fer út til málspark.

 

50) 1-1

Føroyingar hava verið á bóltinum mest sum alla tíðina síðani steðgin.

 

46) 1-1

Føroyingar geva bóltin upp. Ongar skiftingar hava verið.

--

Tølini siga, at føroyingarnir hava havt bóltin 58 prosent av tíðini. 86 prosent av sendingunum hjá føroyingunum hava verið neyvar, meðan 74 prosent av sendingunum hjá maltesunum hava verið neyvar.

Heimaliðið hevur havt tríggjar royndir innanfyri málkarmin, og føroyingar hava bara havt ta royndina innanfyri málrammuna, tá ið teir skoraðu.

--

45) 1-1

HÁLVLEIKUR

 

43) 1-1

GULT KORT. Brandur Hendriksson Olsen sær gult fyri roynd at gera proefessionelt fríspark, eftir at hann sjálvur hevur kiksað fríspark úr góðari støðu.

 

36) 1-1

Besta føroyska álopið higartil. René S. Joensen stingur fram ímillum til Viljorm Davidsen, sum leggur meistarliga væl innfyri av baklinjuni í vinstru, men stútarin hjá Sølva Vatnhamar, sum var í góðari støðu við handara stólpa, fer við síðuna av málinum.

 

34) 1-1

GULT KORT. Heini Vatnsdal fyri ógvusliga takling.

 

33) 1-1

Gilli Rólantsson Sørensen kastar langt inn frammarlaga í høgru, men tað spyrst einki burturúr.

 

32) 1-1

Síðstu løtuna hava føroysku spælararnir megnað væl at samanspæla.

 

30) 1-1

Gott føroyskt uppspæl í høgru, og tá ið lagt verður innfyri, er tað um reppið, at René S. Joensen kemur í góða støðu.

 

28) 1-1

Síðstu løtuna hevur bólturin fyri tað mesta verið á føroysku hálvuni, uttan at talan hevur verið um málmøguleikar.

 

25) 1-1

Malta vinnur fríspark frammarlaga í høgru, og Sonni Ragnar Nattestad er hægstur, tá ið tað verður lagt í brotsteigin.

 

23) 1-1

Fínt føroyskt uppspæl í vinstru ber hornaspark við sær. Jákup Thomsen og René S. Joensen eru sentralir í uppspælinum.

 

22) 1-1

Heimamenninir leggja mest sum ov nógv fyri í nærdystum, og tað ber aftur og aftur fríspark til Føroya við sær.

 

20) 1-1

Fínt føroyskt álop í høgru. Sølvi Vatnhamar og Gilli Sørensen samanspæla, og eftir innlegg stútar Jákup Thomsen í tvørtræið.

 

17) 1-1

Maltesiski miðverjin Borg er í øðini, og hann stútar Hallur Hansson í andlitið. Dómarin ger einki annað enn at biðja heimamannin taka tað róligt.

 

15) 1-1

Tað mesta gongur fyri seg á maltesisku hálvuni - millum miðstrikuna og brotsteigarmarkið.

 

13) 1-1

Maltesararnir eru í reyðum troyggjum, reyðum buksum og reyðum hosum.

 

10) 1-1

Mifsud - veteranurin og málrevurin á maltesiska liðnum - sneiðir seg leysan innanfyri føroysku miðverjuna, men bólturin fer ov langt frá honum, og Gunnar Nielsen fær bóltin.

 

05) 1-1

1-1: Coroblan

Gunnar Nielsen hálvbjargar, tá ið heimamenninir royna seg úr góðari støðu í høgru, bólturin fer út til CorobLan, sum eitt vet úr høgru smekkar flatt og dygst inn við nærra stólpa. Stórur skelkur fyri føroysku spælararnar, sum kanska ikki vóru komnir aftur á jørðina eftir leiðslumálið.

 

03) 0-1

0-1: René S. Joensen

Eftir innkast frammarlaga í høgru temur Sølvi Vatnhamar bóltin aftur til Gilla Rólantsson, sum leggur væl innfyri, og við handara stólpa stútar René S. Joensen bóltin í málið.

 

01) 0-0

Malta gevur bóltin upp. Líkindini at spæla fótbólt eru heilt góð.

 

00) 0-0

Tjóðsangirnir - fyrst Tú alfagra land mítt. Spælararnir kennast vera øgiliga uppsettir.

 

00) 0-0

Liðini ganga inn á vøllin. Føroyska liðið er í hvítum troyggjum, bláum brókum og hvítum hosum. 

 

00) 0-0

Tað er fipurskaði í tjúkkanum, sum er orsøk til, at Rógvi Baldvinsson er farin av vøllinum og ikki luttekur í upphitingini.

 

00) 0-0

Føroyski venjarin Lars Olsen er longu undan dystarbyrjan noyddur at gera eina broyting. Rógvi Baldvinsson er skaddur, og Heini Vatnsdal hitar nú upp.

 

Malta – Føroyar kl. 19.45

Dómarabólkur úr Russlandi: Vitali Meshkov (dómari), Anton Averianov og

Dmitri Mosyakin (hjálpardómarar), Maksim Gavrilin (fjórði dómari) og Sergei Lapochkin og Mikhail Vilkov (máldómarar)

Malta: Hogg – Z. Muscat, Agius, S. Borg – Mbong, R. Muscat, P. Fenech, Failla – Corbolan, Schembri, Mifsud

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Heini Vatnsdal, Brandur Hendriksson Olsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, René S. Joensen – Jákup Thomsen

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rógvi Baldvinsson, Árni Frederiksberg, Meinhard E. Olsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Jógvan Rói Davidsen, Jóannes Bjartalíð, Klæmint A. Olsen

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen