VIÐMERKING
JÓGVAN SUNDSTEIN
Kringvarpið loypur á leistum, løgtingsformaðurin og nakrir tingmenn gera tað sama. Nú skal skipanin “moderniserast”. Nú skulu eingir útrokningartrupulleikar vera longur. So og so mangir flokkar stilla eitt ávíst tal av valevnum upp hvør. Atkvøtt verður millum somu listar um alt landið, og lutfalsliga verður so roknað út, hvussu mangar sessir hvør flokkur hevur fingið. Lætt og skjótt.
Og argumentini eru enntá, at hetta er rættvíst og demokratiskt. Onkur síðuvinningur er eisini afturat so sum, at nú ber til at fáa fleiri kvinnur valdar. Einki stríð við at halda uppstillingarfundir í - nú fyrrverandi - valdømisfeløgunum. Einki stríð við at útvega stillarar í sjey ymiskum valdømum. Nei nú verður alt skipað av eini miðleiðslu fyri hvønn flokk. Fyrstu ferð sleppa valdømisfeløgini kanska at spæla við. Men sum frá líður verður alt miðsavnað.
Og hvat skulu vit hava alt hatta fjasið við valdømum til. Oddagreinin í Dimmu gevur svarið: Rationaliserið skipanina, Føroyar telja ikki fleiri íbúgvar enn ein danskur provinsbýur. So tað er bara at einsrætta alt samalt. Nú havi eg fingið eitt sindur av kunnleika til ein danskan provinsbý, sum er lagdur saman við fýra øðrum umliggjandi kommunum til eina størri kommunu við umleið 60.000 íbúgvum. Men tað er ikki bara sum at siga tað. Trupulleikarnir eru margfaldir, og demokratiið virkar als ikki, burtursæð frá, at flokkarnir hava mandatir í býráðnum samsvarandi lutfallinum av atkvøðum. Summar av fyrrverandi smærri kommununum hava fingið okkurt umboð valt í nýggja býráðið, aðrar ikki. Ónøgdin er stór í summum førum, aðrastaðni er tað líkasælan,sum ræður.
Málið er bara ikki so einfalt, at vit kunnu sláa alt saman í eina pulju. Eg fari at loyva mær at sitera burtur úr uppskotinum til Stjórnarskipan Føroya:
”Vit bygdu hetta landið í fornari tíð og skipaðu okkum við tingi, lógum og rættindum. Vit hava hildið ting til henda dag og skipað okkum eftir fólksins tørvi um landið alt.”
(Brot úr formælinum).
Frá fornari tíð komu menn saman úr øllum landinum til tings í Tórshavn. Dentur var lagdur á, at teir komu allastaðni frá. Sum frá leið, tá vit fingu beinleiðis val av tingmonnum, varð landið býtt upp í valdømi. Týdningarmikið var, at allir partar av landinum vóru umboðaðir og kundu føra fram síni sjónarmið. Seinri fingu vit politiskar flokkar, og hesir komu at standa fyri uppstillingunum til løgtingsvalini. Tingmenn komu tí at umboða bæði flokkspolitisk sjónarmið og vera talsmenn fyri tað valdømi, tað vil siga tann part av landinum, teir umboðaðu. Tað ræður tí um at halda fast við tað prinsipiella í hesi dupultumboðan.
Funnist hevur verið at, at núverandi valdømisskipan hevur havt við sær, at flokkarnir ikki altíð hava fingið “rætta” tingmannatal sambært lutfallinum av samlaða atkvøðutalinum. Dømi um hetta er í løtuni, at Sambandsflokkurin hevur ein mann ov lítið og Tjóðveldisflokkurin ein mann ov nógv í tinginum. Men hesin vansin kann rættast uttan at kollvelta skipanina, soleiðis sum greitt verður frá seinri.
Ført hevur verið fram, at tað er ódemokratiskt t. d. at Suðurstreymoy lutfallsliga hevur færri umdømisvaldar enn enn t. d. Sandoyggin ella Suðuroyggin. Men hetta er ein stór misskiljing. Demokratiið er ikki ein spurningur um matematiska útjavning, men fyrst og fremst ein spurningur um, at øll sjónarmið innan rímuligt mark kunnu sleppa framat. Tí eigur Suðurstreymoy t. d. ikki at hava rætt til 20 ferðir so nógva umboðan á tingi sum Sandoyggin. Demokratiski rætturin krevur, at hvørt av hesum valdømum er tryggjað umboðan við so nógvum røddum, at tær kunnu hoyrast. Eitt rímuligt tal í hesum døminum vildi tí verið, at Sandoyggin fekk tryggjað 2 og Suðurstreymoy 6 valdømisvald umboð. Tað størra fólkatalið í Suðurstreymoy vil hava við sær, at fleiri útjavningarumboð koma í hesum valdøminum.
Mín heilt klára sannføring er, at tað ikki er rætt at gera alt alt landið til eitt valdømi. Vandi vil tá vera fyri, at summir lokalpolitikkarar ikki vera valdir, og saknur verður í teimum. Hetta vil hindra eini javnari og skilagóðari útbygging av øllum landinum. Og vit hava brúk fyri øllum landinum. Tað er ikki størri enn so.
Í staðin fyri eitt valdømi, eigur vallógin at vera broytt til, at samanlagt kunnu veljast 33 tingmenn (sum stýrisskipanarlógin loyvir) í teim sjey valdømunum. Hetta hevði longu givið ein eykavaldan afturat teim 5, sum eru í løtuni. Men um talið í teim báðum fólkaríkastu valdømunum samstundis varð lækkað, kundi útjavningarmandatini verið hækkað til 8 ella 9. Býtið kundi sostatt veri hetta:
Norðoya valdømi 4 valdømisvaldar
Eysturoya valdømi 4 valdømisvaldar
Norðstreymoyar valdømi 2 valdømisvaldar
Vága valdømi 2 valdømisvaldar
Suðurstreymoyar valdømi 6 valdømisvaldar
Sandoyar valdømi 2 valdømisvaldar
Suðuroyar valdømi 4 valdømisvaldar
Tilsamans 24 valdømisvaldar
Harafturat koma upp til 9 eykavaldir
Hetta gevur tilsamans 33 tingmenn
Hendan skipanin tryggjar øllum valdømum umboðan, eisini teimum við lítlum fólkatali. Hinvegin vilja tey stóru valdømini, sum lutfallsliga fáa færri valdømisvaldar, fáa teir flestu av teim eykavaldu. Samstundis gevur hetta eitt lutfallsliga rættari býti millum politisku flokkarnar. Hendan skipanin tryggjar sostatt bæði ta politisk/ideologisku umboðanina og gevur lokalu áhugamálunum rættiligs góðar umstøður.
Møguliga eiga smávegis broytingar at vera gjørdar viðvíkjandi valdømunum. Nærliggjandi er, at øll Sunda kommuna verður løgd afturat einum Norðstreymoyar/Sundalags valdømi. Um Eiðis kommuna eisini varð løgd afturat hesum valdømi, skuldi hetta valdømi kanska havt 3 mandatir. Síðani vera 8 útjavningarmandatir. Harafturímóti er einki, sum talar fyri, at Kollafjørður verður flutt til Suðurstreymoyar valdømi. Tvørturímóti er tað helst skilabetri, at Kollafjørður “slítur” við Tórshavnar kommunu og leggur saman við Sunda kommunu.
Eitt sjónarmið, sum eisini hevur verið frammi, er, at summar atkvøður telja meiri enn aðrar. Hetta virkar heilt óskiljandi. Um nóg nógv útjavningarmandat eru koma allir tingsessir at kosta nøkulunda tað sama í atkvøðum.
Niðurstøða mín er tí tann, at um tingmannasamansetingin skal vera demokratisk, skulu allir partar av landinum tryggjast umboðan eins væl og flokkarnir fáa umboðan eftir síni atkvøðustyrki. Sleppið tí ætlanunum um eitt valdømi, har alt fer í stóra pott.
PS. Annars hevði eg í august 2005 eina grein um nøkulunda hetta sama evni. Greinin hevði heitið: “Lokalpolitikkur – valdømir”. Um onkur hevur áhuga fyri henni, kann hon væl finnast aftur.