Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Arctic Circle skipaðu fyrr í vikuni fyri eini stórari ráðstevnu, ið viðgjørdi ymisk evnir, ið eru viðkomandi fyri londini í arktiska økinum. Ein teirra sum luttók í einum av pallborðunum var Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur og deildarleiðari á lærda háskúlanum í Grønlandi, ið er sannførdur um, at broytingarnar í Arktis fara at hava stóra ávirkan á føroyska samfelagið.
- Heilt yvirordnað kann man siga, at Føroyar finna seg í einum meldri ella broytingartíð, ið vit ikki rættiliga kenna avleiðingarnar av enn. Men vit vita, at áhugin fyri Arktis og tær broytingar, ið eru í arktiska umhvørvinum, fara grundleggjandi at broyta okkara samfelagsviðurskifti. Tað er tað eingin ivi um. Bæði innan politikk, innan vinnulív, umhvørvi, sosiala lívið o.s.fr. Talan er um stórar broytingar, ið eru á veg og sum longu hava gingið fyri seg í longri tíð, sigur hann í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Gestur Hovgaard um Føroyar og Arktis í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.