Føroyar eru eitt pávaveldi

? Fiskimenn hava ongi rættindi í Føroyum, tí vit eru útihýstur frá øllum avgerðum. Fyrr helt eg, at orsøkin til, at ongin rættartrygd er í Føroyum var bara vanligur órøkisskapur og ov stórt arbeiðsbyrða. Men nú síggi eg, at tað er ein miðvísur politikkur frá øllum flokkum, sigur Óli Jacobsen uppundir ársfundin hjá Fiskimannafelagnum í Norðurlandahúsinum í morgin

?Í Føroyum eru fiskimenn blivnir fullkomiliga rættarleysir. Tí landsstýrið brúkar allar snildir fyri at rættindi frá fiskimonnum.

Tað er sjálvur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, sum skjýtur við skørpum nú, beint uppundir ársfundin hjá Fiskimannafelagnum, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin.

Fundurin byrjar kl. 10 og varar langt út á dagin.Vit hava spurt formannin, hvussu um, hvussu árið hevur hilnast hjá fiskimonnum og, hvørjar metingar hann ger sær, nú vit fara inn í eina nýggja øld.

?Jú árið í ár hevur hilnast rættiliga væl, sigur formaðurin.

Hann sigur, at 1998 var eitt stak ár og at øll hava vitað, at tað verður ikki slíkt rokár hvørt ár.

Men hóast alt, hevur árið í ár roynst út ímóti líka væl sum 1998.

Hetta, mest takkað verið ómetaliga høgum avreiðingarprísi, tí fiskiskapurin er minkaður nakað.


Fiskimenn hava ongi rættindi longur

Tá ið tosað verður við Óla Jacobsen, slepst ikki undan, at prátið rættiliga skjótt verður snarað inn á rættartrygdina.

Tí tað er ein spurningur, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur hugsað og skrivað nógv um.

Og niðurstøðan hjá honum, er stutt og greitt, at á hesum øki eru Føroyar eitt miðaldarsamfelag.

? Vit eru so óemtaliga langt frá at vera eitt fólkaræðiligt samfelag. Tí tey, sum stýra hesum landinum, eru nakrir pávar, sum fullkomiliga stýra eftir sínum egnum høvdi, sama hvat lógir og kunngerðir annars siga.

Og hetta hevur eisini álvarsligar avleiðingar fyri fiskimenn.

? Fiskimenn í Føroyum hava als onga rættartrygd longur. Vit eru útihýstir frá øllum avgerðum og vit fáa ikki so frægt sum svar uppá teir fyrispurningar, vit senda landsins myndugleikum, hvørki uppá heilt vanlig mál, og enn minni uppá týdningarmikil mál sigur Óli Jacobsen.

Spurningarnir verða lagdir í eina skuffu og har verða teir liggjandi.

Hann sigur, at landsstýrið brúkar allar snildir, sum hugsast kunnu, fyri at taka rættin frá fiskimonnum.

Eitt nú vísir hann á eitt mál um skaðaviðbøtur, ið tók seg upp nakað síðani, og men sum landsstýrið ikki vildi viðurkenna.

? Í einar átta mánaðir noktaði landsstýrið at ganga okkara kravi á møti. Hóast tað var sólarklárt, at vit høvdu allan rættin á okkara síðu, bíðaði Fiskimálastýrið í berari beistaktigheit í næstan eitt heilt ár at rinda nøkrum heit fáum fiskimonnum nakrar fáar krónur.

? Ikki fyrrenn sama dag, teir annars vildu havt fingið stevning frá Fiskimannafelagnum, bakkaði Fiskimálastýrið.


Settir út fyri dyr

Óli Jacobsen sigur, at tað er eitt fullkomiliga vatntætt skott ímillum Fiskimannafelagið og politiska myndugleikan.

Hann sigur, at fyrr kundu ymisk mál verða loyst í samsvari ímillum fiskimannafelagið og politiska myndugleikan.

? Aðrastaðni verður stórur dentur lagdur á at loysa tey mál, sum koma, í einum trýpartasamstarvi. Tvs, at roynt verður at loysa málini í samstarvi ímillum fiskimenn, reiðarar og politiska myndugleikan.

? Men slíkt finst ikki í Føroyum. Vit eru fullkomiliga settir úti fyri dyr og politiski myndugleikin noktar okkum alla ávirkan á avgerðir, sum verða tiknar um okkara egnu viðurskifti. ? Vit eru heilt einfalt útihýstir frá allari ávirkan, sigur Óli Jacobsen.

Tú vart einaferð í landsstýrinum og tá var eitt av tínum høvuðsmálum júst at seta rættartrygdina í gildi í Føroyum aftur?

?Ja, og tá helt eg, at orsøkin til, at rættartrygdin var so vánalig, var bara vanligur órøkisskapur og ov stór arbeiðsbrða.

? Men síðani er tað blivið heilt greitt fyri mær , at talan er ein heilt miðvísan politikk hjá øllum politiskum flokkum at seta rættartrygdina til viks.

? Politikarar tamba og enda lógir, akkurát sum tað hóvar teimum. Og tað eru fleiri dømi um, at teir vilja bara hava lógir hildnar, sum eru eftir teirra egna høvdi.

? Men er talan um lógir, sum teimum ikki hóvar, lata teir heilt einfalt vera við at seta tær í gildi, ella at halda tær.

Hetta er málið um yrkisráðið eitt gott dømi um. ? Løgtingið samtykti, at yrkisráðið skuldi eisini vera rápgevandi í fyristingarligum málum.

? Men tað hóvaði ikki landsstýrismanninum, so hann læt bara vera við at seta lógina í gildi.

? Síðani hevur løgmaður greitt tinginum frá, at tað var tí, at samtyktin er ímóti stýrisskipanarlógini.

?Men seinni hava vit avdúkað, at tað passar ikki og at løgmaður segði ósatt fyri tinginum.

? Og tað nýggjasta er, at sjálv landsstýrismálanevndin letur málið um seg ganga.

Sostatt hevur landsstýrismálanevndin gjørt seg sjálva til eitt umboð fyri landsstýrið ístaðin fyri tað, sum hon varð ætlað til: Eitt umboð fyri borgaran.

Hann sigur, at hesi dømini vísa, hvussu tilvildarliga rættartrygdin verður umsitin.

? Eru tað mál, sum hava beinleiðis áhuga hjá ávísum politikarum, kann tað gott henda, at teir gera seg stívar, eitt nú í málinum um vágstúrin hjá Smyrli.

? Vit hava eisini dømi um, at lógin um alment innlit verður brúkt ímóti borgarunum, eitt nú sum tá ið ein búskaparfrøðingur varð hongdur út í bløðunum fyri at krevja ov nógva samsýning fyri at ferðast kring landið.

? Tá varð lógin um alment innlit brúkt ímóti honum. Men tað er avgjørt ongin áhugi, tá ið tað er borgarin, sum vil hava innlit.

? Men tað ringast er, at ongin hevur áhuga fyri hesum, hvørki politikarar ella fjølmiðlar.

? Tí kann tað politiska valdið tíggja sær, sum teimum lystir, leggur Óli Jacobsen afturat.


Fráflytingin steðgað

Annars hevur ráðgevandi nevndin fyri Føroyar einaferð enn boðað frá, at hon heldur, at tann serligi skattafrádrátturin, sum fiskimenn fáa, er óheppin.

Tað eru nú tvey ár síðani, at løgtingið samtykti, at 15% av lønini hjá fiskimonnum skuldi vera skattafrí.

Ein grundgeving fyri at seta tað í verk, var, at so fóru fiskimenn, sum vóru rýmdir uttanlands, at koma heimaftur.

Hvussu tað hevur hilnast, er ómøguligt at skráseta, sigur Óli Jacobsen.

Men hann heldur seg tó kunnu siga, at frádrátturin hevur í hvussu so er gjørt, at streymurin av fiskimonnum av landinum, er steðgaður.

? Tað fóru rættiliga nógvir fiskimenn av landinum, ikki minst til Noregs, har skattasømdirnar eru nógv betri enn í Føroyum.

? Men nú er hendan fráflytingin steðgað, og ongin tosar longur um at rýma, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.


Virka fiskin umborð

Annars rør formaðurin í Fiskimannafelagnum aftur í ársfrágreiðingini í ár framundir, at vit mugu virka fyri, at meiri fiskur verður virkaður umborð á skipunum, heldur enn í landi.

?Vit siga, at vit hava eina frælsa vinnu. Men er ikki rætt, so leingi bond av øllum møguligum slag eru løgd á vinnuna. Vilja vit hava eina frælsa vinnu, so lat okkum hava eina frælsa vinnu. Og eg haldi, at tað hevði verið sunt fyri fiskivinnuna, um politiski myndugleikin gav loyvi til, at skipini virkaði fiskin umborð. Tí so sóu vit, hvat hendi og, hvat úrslitið var

Hann heldur, at tað hevði gjørt fiskivinnuna nógv meiri kappingarføra, enn hon er. Tí tað fæst ikki nóg nógv burturúr tá ið fiskiskapur og fiskavirking liggja í tveimum liðum. Tað vísir seg alla aðrastaðni, og tað vísir seg eisini hjá okkum.

Hann sipar til, at tað var ikki fyrrenn flakavirkini komu kring landið, at tað varð neyðugt at lata fiskivinnuni studning.