Fiskidagar
Nú nýtt fiskiár stundar til, og landsstýrið enn einaferð hevur skotið upp at skerja dagarnar umframt aðrar broytingar í fiskiveiðiskipanini, hava teir tríggir, Jákup Sólstein, Óli M. Lassen og Auðunn Konraðsson í Klaksvík, tosað saman um viðurskiftini.
Teir vísa á, at politiska tilmæli enn einaferð er skerjingar av fiskidøgum, hesaferð við 5 prosentum.
- Felagið Línuskip, Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag hava í hesum sambandi gjørt kanningar av húkanýtslu, tillutaðum og brúktum døgum, síðani fiskidagaskipanin kom í gildi. Tølini vísa heilt greitt, at nógv minni roynd er á føroysku grunnunum, og at royndin hesi seinni árini er flutt av innaru leiðunum út á ytri leiðir, eins og línuskipini eisini leita sær eftir nýggjum vinnumøguleikum, eitt nú í Grønlandi.
Teir siga, at hóast hesar greiðu niðurstøður, hoyrast enn røddir, sum mæla til størri skerjingar og fleiri broytingar í skipanini.
- Hendan framhaldandi gongdin er ein tann størsta hóttanin fyri framman hjá vinnuni. Eingin vinna í Føroyum, hvørki í gamlari ella nýggjari tíð, hevur áður upplivað so óstøðugar karmar sum fiskivinnan. Visti tú ikki betri, hevði tú hildið, at tað er ein tvangstanki hjá okkara politikarum, at lógin um vinnuligan fiskiskap og harvið karmarnir um vinnuna fyri alt í verðini skulu broytast – í minsta lagi einaferð um árið.
Teir vísa á, at broytingar í fiskidagatalinum verða tilmæltar, sjálvt um amboðið at broyta dagarnar ikki finnst.
- Tað einasta, ið sambært fiskidagaskipanini kann broyta ásetta dagatalið, eru broytingar í veiðiorkuni. Vinnan hevur í nógv ár ynskt eina nøktandi kanning av hesum broytingum, men talað hevur verið fyri deyvum oyrum, siga teir tríggir.
Veiðuorkan flutt
Jákup Sólstein, Óli M. Lassen og Auðunn Konraðsson ásanna, at veiðiorka er flutt frá útróðrarflotanum til línuskipini, men hetta hevur samstundis havt við sær, at veiðiorka er flutt frá hýsu og toski til onnur fiskasløg.
Teir vísa til hjásettu talvu sum vísir, at talið av settum húkum um árið seinastu 12 árini hjá útróðrarflotanum er minkað við 59%. Samstundis sæst, at húkanøgdin hjá línuskipum heldur ikki er økt.
- Hvørjar eru tá grundgevingarnar fyri øktari skerjing? spyrja
teir tríggir.
Í fiskiárinum 1997-98 hevði húkaflotin góðar 35.000 fiskidagar tillutaðar, men í dag hevur sami floti góðar 26.000 dagar. Talan er soleiðis um eina minking í samlaða dagatalinum uppá 9.598 fiskidagar ella sløk 27%.
- Við øðrum orðum eru fram til 14. juni 2009 einans brúktir stívliga 8.423 fiskidagar. Soleiðis eru út við 18.000 óbrúktir fiskidagar. Talvan vísir eisini greitt, at fiskdagatalið undir Føroyum hevur verið í fríum falli frá 2003 til í dag. Samstundis sæst eisini, at línuskipini ikki brúka fleiri dagar í dag enn í fiskiárinum 1997/98, vísa teir á.
- Alt tos um økt veiðitrýst má fána burtur, um fólk hava evni og vilja til at lesa hagtøl.
Húkur í kreppu
Jákup Sólstein, Óli M. Lassen og Auðunn Konraðsson siga, at fiskaprísirnir hava ført til kreppu hjá línu-og útróðrarflotanum.
- Miðalprísurin á toski er frá januar 2008 til januar 2009 fallin úr 24 krónum fyri kilo niður í 13 krónur fyri kilo. Hýsuprísurin er somuleiðis fallin úr 14,40 krónur fyri kilo niður í til 8,48 krónur fyri kilo. Við so lágum fiskaprísum er sjálvsagt, at royndin minkar munandi. Vánaligt gjaldføri í vinnuni hevur við sær, at skipini klára ikki fleiri túrar við negativum úrsliti. Eisini bíða skipini sum longst við at fiska kvotuna í Íslandi við vón um hækkandi prísir. Hetta hevur við sær, at nærum allur línuskipaflotin liggur.
Teir vísa á, at størsti parturin av útróðrarflotanum liggur eisini - við undantaki av bátunum sum royna eftir upsa við snellu.
- Fiskiskapurin eftir toski er á sama støði sum seinasta ár, men minni er til av hýsu, og royndin eftir hýsu er lítil. Samstundis, sum prísirnir eru lækkaðir, er talan eisini um, at tað í dag eru alt ov fáir fiskakeyparar til tosk og hýsu. Tí ivast vit í, um marknaðarprísurin í Føroyum er hin rætti.
Greið niðurstøða
Í 1984 vóru 277 feskfiskaskip.
- Taka vit aktivar útróðrarbátar omanfyri 15 BRT fyri 2009 og teir smáu trolbátarnar á landleiðini, eru umleið 110 skip og bátar í dag. Hetta merkir, at minkingin í skipum er omanfyri 60% frá 1984 til 2009. Í dag eru bert 15 útróðrarbátar eftir og 5 snellubátar. Tí er neyðugt at geva hesum bátum nøktandi umstøður at virka undir.
Teir vísa á, at í 1984 kundu øll skipi uttan undantak, ið royndu við Føroyar, fiska heilt inn at 12 fjórðinga markinum, men í dag er umleið 45% av landgrunninum uttanfyri 12 fjórðingar stongdur fyri trolveiði, samstundis, sum dagatalið hjá øllum skipabólkum er munandi skert. Men kortini er boðskapurin púra greiður: Minkið um dagatal og skip!
Jákup Sólstein, Óli M. Lassen og Auðunn Konraðsson siga seg tí stúra fyri, at Føroyar enda sum flestu onnur fiskiveiðusamfeløg.
- Vit kunnu bert hyggja at vesturstrondini í Jútlandi. Eitt nú í Esbjerg vóru umleið 700-800 skip, tá tey vóru flest. Í dag tað kanst tú telja tey á fingrunum, siga teir tríggir.