Føroyar favorittar ímóti Malta

Tað er meira enn 50% møguleiki fyri at Føroyar vinna dystin, siga veddingarfyritøkurnar.

Føroyar eru favorittar ímóti Malta í morgin. Tað meta tær 41 veddingarfyritøkurnar, sum bjóða odds upp á dystin.

Miðaloddsið upp á føroyskan sigur er 1,78. Tað merkir, at tað er meira enn 50% sannlíkindi fyri at Føroyar vinna.

Malta verður ikki spátt at hava stórar møguleikar fyri sigri. Sannlíkindini liggja beint undir 20%.

Ein javnleikur liggur altíð og lúrir í slíkum dystum, og sannlíkindini fyri javnleiki eru mett at vera 28%.

Tað verður ikki roknað við nógvum málum. Undir/yvir 2,5 mál er tað, ið ein vanliga kann tippa, og her eru sannlíkindini fyri færri enn 2,5 málum í dystinum heili 64%.

Dysturin ímillum Føroyar og Malta verður á Tórsvølli í morgin kl.19.45.

Hægstu odds, Føroyar - Malta:

Føroyar 1,88 (1xBet)

Javnleikur 3,55 (SpinSports, Bethard, BetRegal, Fonbet, Nightrush, Pinnacle)

Malta 5,30 (LeonBets)