Føroyska manslandsliðið er nú nummar 133 á FIFA-styrkilistanum, sum júst er almannakunngjørdur. Tað er fimm pláss betur enn í august, men 15 pláss verri enn í juli.
Fyrst og fremst er tað 1-1 javnleikurin á Svangaskarði ímóti Norðurírlandi, ið lyftir Føroyar hesi fimm plássini upp, tí í metingartíðarskeiðinum hava Føroyar eisini tapt á útivølli 5-1 fyri Slovenia.
Um bara verður hugt at Føroyum í europeiskum høpi, so eru Føroyar nú nummar 47 í Europa, beint aftan fyri Ísland. Aftan fyri Føroyar eru Luxembourg, Kazakhstan, Liechtenstein, Malta, Andorra og San Marino.
Spania er framvegis ovast á FIFA-styrkilistanum, framman fyri Holland, Brasil, Týskland og Argentina, ið eru tey fremstu. Fremsta norðurland er Norra, sum er á 13. plássi.