Týsdagin, tá UEFA helt ársfund í Bella-sentrinum í Keypmannahavn, skrivaðu Høgni í Stórustovu, forseti, og Ísak Mikladal, aðalskrivari, vegna Fótbóltssambandið undir dómarakonvensjónina hjá UEFA, og fyri europeisku fótbóltssamgonguna skrivaðu Michel Platini, forseti, og David Taylor, aðalskrivari, undir.
Henda konvensjón er ein millumtjóða avtala millum limalondini í UEFA, sum hevur til endamáls at hækka stigið á øllum tí arbeiði, sum hevur við døming, útbúgving og umsiting av fótbóltsdómarum at gera.
Farið var undir at gera eina dómarakonvensjón í 2003, og avtalan var staðfest í 2006, tá fyrstu 10 limalondini í UEFA skrivaðu undir hana, og í 2007 komu so trý lond uppí aftrat. Tá Føroyar skrivaðu undir týsdagin, var konvensjónin eisini undirskrivað av Íslandi, Hollandi, Norðurírlandi, Malta, Slovakia og Svøríki. Frammanundan eru Belgia, Finnland, Frakland, Týskland, Ungarn, Luxembourg, Norra, Skotland, Slovenia, Sveis, Eysturríki, Danmark og Írland við.
Dómarakonvensjónin setir serlig krøv til útbúgving av dómarum og eygleiðing, men eisini til venjing og menning av dómarum. Konvensjónin krevur eisini eina sokallaða mentor-skipan, ið hjálpir nýggjum dómarum væl í gongd.
Fótbóltssambandið hevur í tvey ár miðvíst arbeitt fyri at komið við í hetta samstarvið, og hesi árini eru sett krøv til dómarar og útbúgving av dómarum sambært konvensjónini.