Sagt verður frá nógvum ítrótti á FM1 í dag.
Seinnapartin verður flogbóltur á skránni. Frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum millum Mjølnir og Dráttur, ið byrjar klokkan 14. Óli G. Samuelsen sigur eisini frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum Mjølnir og Fleyr, ið byrjar klokkan 16.
Í kvøld klokkan 20 siga Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal frá A-landsdystinum í manshondbólti millum Føroyar og Grønland. Sendingin byrjar klokkan 19.30. Tann dysturin verður samsendur við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður gjørdar aftaná flogbóltsdystirnar og hondbóltslandsdystin koma út á in.fo.