Føroyar høvdu bóltin nógv mest

Tað er ikki so ofta, at hagtølini vísa eina yvirvág til Føroyar tá talan um spælbýti, men soleiðis var í dystinum móti írum í gjárkvøldið

BBC Sports hevði eisini sín mann til staðar á Tórsvølli í gjárkvøldið, sum greiddi frá dystinum minutt fyri minutt á heimasíðuni hjá BBC.??
Og hagtølini fyri dystin eru sera áhugaverd, tí hóast føroyska liðið tapti dystin greitt, vóru hagtølini við Føroyum.??
Sum myndin vísir høvdu Føroyar bóltin 64% av tíðini, meðan írar sostatt bert høvdu bóltin 36% av tíðini. Undrunarverd hagtøl, má sigast.??
Eisini tá tað kom til hornaspørk hevði Føroyar yvirvágina við 8 móti 7, og hóast írar høvdu eitt skot meira upp á mál enn føroyingar, so raktu 8 av teimum 13 føroysku royndunum innan fyri málrammuna, meðan bert 5 av teimum 14 írsku royndunum vóru innan málrammurnar.??
Hesi hagtølini vísa greitt, at føroyingar í alt størri mun tora at spæla bóltin og at hava bóltin, og tað er í hvussu er ein broyting frá teirri tíðini, tá vit viðhvørt kundu gera ein vørr.
Nakað annað er so tað, at vit nokk høvdu verið fegnari um øvugtu hagtølini sum jú eisini vísa, at Írland vann dystin við 4-1, so hóast teir bara raktu málið fimm ferðir, skoraðu teir fýra mál.