Tað blivu samanlagt 30 gull, 27 silvur og 30 bronsuheiðursmerki til føroyska oyggjaleikahópin á oyggjaleikunum í Gotlandi, sum er størsta talið av heiðursmerkjum Føroyar nakrantíð hava vunnið á einum oyggjaleikum, síðani fyrstu oyggjaleikirnir á Manoy í 1985.
Søguliga hava Føroyar nú vunnið 647 heiðursmerki. Talan er um 210 gull, 200 silvur og 237 bronsuheiðursmerki, sum føroysk ítróttarfólk hava vunnið á oyggjaleikum síðani 1985. Tað hevur gingist munandi betri hjá okkum í hesari øldini enn tað gekk áðrenn aldarskiftið.
Býtið hevur verið soleiðis, árini 1985 til 2017, har endastøðan hjá Føroyum verður skrivað fyrst, og síðani talið av gull, silvur og bronsuheiðursmerkjum, og uttast t.h. samlaða talið av heiðursmerkjum.
1985:
Nr. 10 | Føroyar | 0 | 2 | 1 | 3 |
1987:
Nr. 10 | Føroyar | 1 | 2 | 5 | 8 |
1989: (Í Føroyum)
Nr. 3 | Føroyar | 13 | 5 | 10 | 28 |
1991:
Nr. 8 | Føroyar | 6 | 10 | 11 | 27 |
1993:
Nr. 9 | Føroyar | 5 | 5 | 13 | 23 |
1995:
Nr. 6 | Føroyar | 10 | 14 | 15 | 39 |
1997:
Nr. 8 | Føroyar | 5 | 10 | 22 | 37 |
1999:
Nr. 9 | Føroyar | 7 | 12 | 9 | 28 |
2001:
Nr. 5 | Føroyar | 15 | 12 | 13 | 40 |
2003:
Nr. 8 | Føroyar | 6 | 10 | 12 | 28 |
2005:
Nr. 5 | Føroyar | 14 | 11 | 20 | 45 |
2007:
Nr. 2 | Føroyar | 24 | 19 | 12 | 55 |
2009: (Einastu ferð vit hava vunnið leikirnar)
Nr. 1 | Føroyar | 34 | 23 | 24 | 81 |
2011:
Nr. 4 | Føroyar | 20 | 20 | 15 | 55 |
2013:
Nr. 7 | Føroyar | 10 | 12 | 14 | 36 |
2015:
| Føroyar | 18 | 18 | 24 | 60 |
2017:
Nr. 2 | Føroyar | 30 | 27 | 30 | 87 |