Føroyar heiðurspláss á Bókaframsýningini í Frankfurt í 2011 undir liðini á Íslandi

Á heysti 2011 verður Ísland heiðursgestur á stóru Bókaframsýningini í Frankfurt. Í hesum sambandi hava íslendsku fyrireikararnir, í samráð við íslendska mentamálaráðharran, boðið føroyingum at hava ein framsýningarbás undir liðini av íslendska básinum, og at hjálpa okkum við at gera vart við føroyskar bókmentir. Hesum tilboði hevur Mentamálaráðið tikið av, m.a. stuðlað av Rithøvundafelagnum, Norðurlandahúsinum og Mentanargrunni Landsins.

Tað er við stórum spenningi, at vit nú eru farin undir fyrireikingar til eitt føroyskt bókaátak uttan fyri landoddarnar næsta heyst. Sjálvandi er tað avmarkað, hvat vit í Føroyum kunnu náa at gera upp á so stutta tíð. Men vit eiga rávøruna, og við teimum møguleikum og tí forarbeiði, sum íslendingar longu hava gjørt, er heldur einki at ivast í, at føroyingar við einum sindri av dugnaskapi og hepni, eisini kunnu gera vart við føroyskar bókmentir, mentan og list á bókaframsýningini, sum verður hildin í Frankfurt 12.-16. oktober 2011.
Árliga bókaframsýningin í Frankfurt ein tann størsta í heiminum
Á hvørjum ári verður hildin risastór bókaframsýning í Frankfurt í Týsklandi. Talan er um týdningarmestu sýning av sínum slagi við meira enn sjey túsund framsýnarum úr 100 londum. Seinastu 20 árini hevur bókasýningin havt ta aðalreglu, at eitt land hevur verið heiðursgestur hvørja ferðina. Hetta hevur havt við sær, at alt hátíðarárið eru givnar bøkur út í Týsklandi úr hesum landi. Umframt bókaútgávu hevur ljóskastarin verið settur á aðrar mentanarligar hendingar, sum hava samband við heiðursgestalandið, so sum myndlistasýningar, tónleikaframførslur o.a.m.
Bókaframsýningin í Frankfurt er ikki heilt fremmand fyri føroyingum, tí bæði Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava í fleiri ár vitjað framsýningina, og m.a. sýnt teirra nýggjastu bøkur fram har og hava kunnað seg um nýtt tilfar. Sum nakað nýtt verður í 2011 ein serligur almennur føroyskur gluggi við einum neyvt útvaldum úrvali av bókmentum, sum vónandi fer at vekja størri áhuga fyri føroyskum bókmentum. Við at sýna fram undir liðini á íslendsku heiðursgestunum eru sera góðir møguleikar at gera vart við Føroyar, føroyskar høvundar og føroyskar bókmentir.
Bókaframsýningin í 2011 stóran týdning fyri íslendskar bókmentir
Fyri nøkrum árum síðan takkaði íslendska ríkisstjórnin fyri innbjóðingina, at Ísland, sum tað fyrsta av Norðurlondum, skuldi verða heiðursgestur á framsýningini í 2011, í hesum sambandi kann nevnast, at heiðursgesturin í ár var Argentina, og í 2009 var heiðursgestalandið Kina.
Íslendski verkætlanarleiðarin er bókaútgevarin Halldór Guðmundsson, sum í 2004 skrivaði stóru ævisøguna um Halldór Laxness. Fyrireikingarnar hjá íslendingum hava bæði verið langar og strangar, men nú er greitt, at teir næstu 12 mánaðirnar verða útgivnar á týskum umleið 100 bøkur, sum annaðhvørt eru týddar úr íslendskum til týskt, ella sum eru skrivaðar á týskum og snúgva seg um íslendsk viðurskifti.
Frankfurt 2011 ein einastandandi møguleiki fyri Føroyar
Eg ivist ikki í, at Føroyar fara at fáa stórt gagn av samstarvinum við íslendingar, tí á slíkum risatiltøkum, sum bókahátíðin í Frankfurt í veruleikanum er, er skjótt at hvørva í øllum rokanum
Duga vit at standa saman um at nýta hetta høvið at vekja útlendskan áhuga fyri føroyskum bókmentum, so vænti eg, at hetta kann gerast ein lopfjøl út í heim og vera við til at eggja okkara rithøvundum at leggja seg eftir at skriva fleiri nýggjar skaldsøgur, sum eg hoyri verða eftirlýstar og saknaðar í løtuni.
Sum landsstýriskvinna í mentamálum eri eg íslendingum sera takksom fyri, at teir hava rætt okkum hesa bókmentaligu bróðurhond, og eg ivist ikki í, at tað fer at eydnast okkum at gagnnýta henda einastandandi møguleika.

Tórshavn, 24. november 2010