Nú er tað aftur álvari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
Mikukvøldið spæla Føroyar fyrsta dystin í nýggjari EM-undankapping, og fyri framman bíðar kanska strævnasta dystarskrá, sum føroyska landsliðið nakrantíð hevur havt.
Í bólkinum hjá Føroyum eru tey bæði sterkastu landsliðini í heiminum júst nú heimsmeistararnir úr Italia og varaheimsmeistararnir úr Fraklandi.
Saman við Georgia, Skotlandi, Ukraina og Litava er talan um sterkastu mótstøðu, sum Føroyar nakrantíð hava havt í eini undankapping til EM ella HM.
- Føroyar eru komnar í ein sera truplan bólk, og tað er ilt at meta um møguleikarnar fyri at fáa stig. Eg eri tó vísur í, at Føroyar fara at fáa onkur stig, sigur Henrik Larsen, fyrrverandi landsliðsvenjari.
- Um ikki annað, so hava vit altíð Skotland at taka stig frá, leggur hann skemtandi afturat.
Minni munur millum spælarar
Jógvan Martin Olsen hevur nú ítróttarligu ábyrgdina av føroyska landsliðnum, og eftir at hava verið hjálparvenjari í nógv ár, er tað nú hann, sum hevur endaliga orðið at siga, tá ið tað ræður um úttøku, uppstillingar og taktikk.
Jógvan Martin hevur arbeitt við at broyta spælistílin hjá føroyska landsliðnum seinasta árið, og hann leggur stóran dent á, at Føroyar skulu bjóða av frameftir vøllinum. Mikukvøldið stendur fyrsta veruliga royndin fyri framman.
Til hendan dystin mangla fleiri av stuðulsspælarunum seinnu árini Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum og Ingi Højsted men landsliðsvenjarin hevur gott mót fyri tað.
- Eg haldi ikki, at munurin millum teir fyrstu 18 spælararnar í Føroyum, og teir, sum koma aftaná, er so stórur nú, sum hann plagdi at vera, sigur Jógvan Martin Olsen.
Fýra dystir í ár
Føroyar spæla fýra EM-dystir í ár. Tann fyrsti verður ímóti Georgia á Svangaskarði mikukvøldið, og tann 2. september spæla Føroyar ímóti Skotlandi í Glasgow.
7. oktober kemur Litava á vitjan í Føroyum, og fýra dagar seinni spæla Føroyar ímóti Fraklandi á útivølli.
Næsta ár koma so øll tey sterku londini til Føroya at spæla. Heimsmeistararnir úr Italia spæla her 2. juni, meðan Frakland vitjar tann 13. oktober 2007.
Liðið skal mannast
Føroyska landsliðið ger nú seinastu fyrireikingarnar til dystin mikukvøldið, og landsliðsvenjarin hevur nú tikið ella er i holt við at taka avgerðina um, hvussu føroyska liðið skal byrja.
Fleiri av plássunum siga seg sjálvi, og nú fleiri royndir spælarar mangla í hópinum hesaferð, fáa nýggir og yngri spælarar kjansin frá byrjan. Sannlíkt er, at Janus Joensen skal spæla vinstri bakkur, at Kári Nielsen verður við á miðvøllinum, og at Símun Samuelsen, sum hevur staðið seg framúr væl í Íslandi, byrjar í vinstru síðu.
Nakað av iva er um, hvør skal spæla í høgru síðu, og hvør skal spæla saman við Fróða Benjaminsen og Kára Nielsen á miðvøllinum, men Sosialurin hevur hetta boð um, hvussu føroyska liðið sær út til dystin mikukvøldið: Jákup Mikkelsen Jákup á Borg, Óli Johannesen, Atli Danielsen, Janus Joensen Fróði Benjaminsen, Kári Nielsen, Claus Bech Jørgensen Christian Høgni Jacobsen, Rógvi Jacobsen, Símun Samuelsen