Føroyar kunnu koma í lyklastøðu

– Føroyar kunnu koma at sita í eini lykla­støðu, nú olju-og frálandavirksemi flytir seg norðureftir. Eg vænti, at vit við tíðini fara at merkja hetta við veksandi og støðugari aktiviteti innan flutning, útgerð og tænastu. Vit eiga at síggja positivt upp á hesa gongd, sigur havnanevndarformaðurin í Runavíkar kommunu, Klæmint Østerø

Runavíkar kommuna verður við á føroyska felagsbásinum á oljuráðstevnuni í Aberdeen, 4. og 5. september. Tað verður stjórin fyri Runavíkar havn, Jón Rosenblad, sum fer at umboða kommununa á básinum.

Klæmint Østerø er formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu.

Sum grundútbúgving er hann maskinverkfrøðingur, men hann hevur eisini lisið tað, sum á fakmáli verður rópt offshore konstruktión við serfrøði innan flótandi boripallar.

Undir landi

- Vit plaga at vera betri mannaðir á slíkum oljuráðstevnum, nú oljuútgerðarhavnin og Atlantic Supply Base liggur í okkara kommunu. Vit plaga soleiðis eisini at hava umboð fyri ”politiska systemið” við. Men tað er dýrt at senda fólk avstað, og spurningurin er, um tað er neyðugt hesaferð, nú flestu avtalur í sambandi við komandi leitiboringina eru komnar upp á pláss.

Hann sigur, at ein hópur av fólki, bæði framsýnarum og vitjandi, eru í Aberdeen, meðan oljuráðstevnan er, og hetta ger, at torført er at fáa innivist á hotelli. Haraftrat kemur, at hotellini seta prísirnar upp í gjøgnum, tá eftirspurningurin eftir kømrum er so stórur.

- Aberdeen og Stavanger skiftast um at skipa fyri hesi ráðstevnu, og eg haldi, at hjá okkum føroyingum er við árunum meira at fara eftir í Stavanger enn í Aberdeen. Eg haldi, at tað er lættari hjá okkum at fara til Stavanger og fáa nakað burtur úr, enn tað er at fara til Aberdeen. Feløgini í Noregi liggja okkum nærri enn tey í Bretlandi, eisini Statoil, og nú tey áhugaverdastu økini flyta seg norðureftir, talar hetta eisini fyri, at áhugin flytir seg tann vegin.

Klæmint Østerø vísir á, at eisini Shell hevur flutt sína skrivstovu innan frálandavinnu og útgerð til Stavanger.

Meira áhugavert

- Eg haldi, at tendensurin er, at feløg so smátt byrja at rigga av í Aberdeen, tí býurin gerst minni og minni áhugaverdur, sam­stundis sum áhugin veksur norðari á havinum. Orsøkin er, at so hvørt, sum olju-og frálanda­virksemið veksur norðanfyri, gerst tað ov langt at sigla til Aberdeen.

Hann heldur, at henda gongdin ger tað uppaftur meira áhugavert hjá okkum føroyingum, sum liggja fram við í frálanda­vinnuni.

- Eg haldi, at Føroyar kunnu koma at sita í eini lyklastøðu, og eg vænti, at vit fara at merkja hetta við veksandi og støðugari aktiviteti innan flutning, útgerð og tænastu, sum árini ganga. Vit eiga at síggja positivt upp á hesa gongd, heldur hann.

Klæmint vísir á, at nú seinasti brunnurin í hesum umfari verður boraður í føroyskum øki í vetur, bendir hetta á, at áhugin fyri føroyska landgrunninum er stórur og veksandi.

- At olja í rakstrarverdum nøgdum nú er funnin so stutt úr føroyska markinum, at teinurin ikki er longur enn av Nesi til Havnar, hevur ivaleyst økt um áhugan hjá oljufeløgum at seta borin í aftur.

Aktivt kolvetni

Klæmint Østerø heldur, at tað sigur ikki so lítið um áhugan í føroyskum øki, nú henda seinasta boringin verður framd, tá tað fer at stunda móti vetri.

- Eg havi skilt, at tað eru somu strukturar í undirgrundini, sum breiða seg úr bretskum øki og inn í føroyskt øki, so hetta sær rættiliga spennandi út. Sjálvur havi eg ongantíð ivast í, at olja í rakstrarverdum nøgdum fer at verða funnin í føroyskum øki, men spurningurin er bara, nær tað verður – og ikki um tað verður.

Hann sigur, at vit longu nú vita, at aktivt kolveti er í føroysku undirgrundini.

- Feløgini skulu bara finna rætta staðið at bora í. Jú, eg haldi, at tað hevur ongantíð verið so spennandi við einari leitiboring sum hesaferð. Vitanin um jarðfrøðina gerst størri alla tíðina, og bæði seismiskar skjótingar og tær leitiboringar, sum longu eru framdar, eru við til at geva áhugaðu feløgunum eina størri vitan um okkara undirgrund og møguleikarnar at finna olju í rakstrarverdum nøgdum, sigur Klæmint.

Seinasti sáttmálin

Hann vísir á, at framvegis er galdandi, at veitingar í sambandi við oljuboring á føroyska landgrunninum skulu ganga um føroyskan bryggjukant, og tí kemur boringin, sum verður í vetur, aftur at skapa eitt ávíst virksemi á Atlantic Supply Base og á havnaøkinum hjá Runavíkar havn.

- Tað skapar nokso fitt av virksemi, meðan boringin stendur upp á, og hetta virksemið er ikki bara í okkara øki, men eisini í avleiddum virksemi, sum sæst aftur aðrastaðni í landinum, sigur Klæmint.

Hann vísir á, at tá ið hendan leitiboringin er liðug, hevur Atlantic Supply Base ikki fleiri sáttmálar á hesum sinni.

- Vit hava bara eina oljuútgerðarhavn í Føroyum, og her hevur eydnast okkum at byggja upp eina munandi ekspertisu á økinum. Tað skulu tí góðar grundgevingar til at flyta oljuhavnina aðrastaðni, tá nýggir sáttmálar skulu gerast í framtíðini. So, tað vænti eg ikki kemur upp á tal, sigur Klæmint.

Førleikamenning

Havnanevndarformaðurin hjá Runavíkar kommunu sigur, at Atlantic Supply Base eisini hevur syrgt fyri, at fólk hava fingið ta førleikamenning, sum skal til, og soleiðis hava fólk alla tíðina ment seg – eisini, meðan leitiboringarnar hava ligið stillar.

- Fólk hava luttikið á skeiðum, bæði trygdarskeiðum og skeið­um, sum krevjast til frálanda­virksemi og oljuút­gerðarhavn, og fylgt hevur alla tíðina verið við gongdini á økinum, sigur Klæmint Østerø.