Tórir Mikkelsen
Havi hugsað um tann stóra munin á eystur og vestur í U.S.A. Tildømis er New York sera áhugavert fyri okkum evropearum. Fert tú harafturímótur longur inn í landið, dettur tú á tey mest einfaldu og fanatisku fólkini, ið fær bumbumennirnar í London at lýkjast barnalótum. Hetta eru fólk, sum the hamish fyri at taka eina cliché og høgrasinnað fólk í tann grad. Um tú fert vesturum, so er San Franciso býurin við Silicon Valley og Hollywood við øllum tí undrunurarsama og frílynta sum ein primus motur. Beiggi hevur vitjað New York og Washington og greiddi mær frá at, fólk eru fitt og fyrikomandi og ja... heilt øðrvísi enn myndirnar sum vit fáa potað í okkum
Ein og U.S.A eru vit rættuliga fjølltáttað, ymsk og tankarnir flúgva, hugsi at nú fara núgvar kollveltingar frá í Føroyum. Tað prutlar undir lokinum. Ungdómurin Vit eru vorðin troytt av tað stirvna og keðiliga, sex er vorðið gerandis tos og allataðni fáa vit tilboð blakað í nakkan, keyp hettar, keyp hattar. Føroyar er tann mest socialistiski staturin í heiminum, har landið eigur eini 80 procent av allar ognir. Nógv kleyrað seg upp at einum krisindómi fyri at halda sær yvir vatnskorpuni. Hini eru líka leyslætin (promiskuløs) at eldri fólk ikki skilja ungdómin. Ikki tí, okkara eldru eru líka rótleys sum vit, frá trýssjuni og uppeftir havi tey roynt at fóta sær. Pápi sigur onkuntíð tað beinrakið. Eg minnist tá ið hann segði, at nútíðin minnir um rænesansuna, vit koma úr tí myrku 19indu øld og inn í eina øld við tveimum heimsbardøgum og slóðbrótandi nýhugsanir.
Fái mær ein mun. *Ahh doyligt kaffi*, tað má til.
Eg fílist ofta á føroyingar, at vit eru so stivrnir, men havi funnið útav, at tað eri eg, ið eri stirvin. Eg hevði verið niðri í Danmark ein mánað og kom aftur til ólavsøkuna. Var so errin at man hevði verið á Roskilde festival. Men hvat - helvtin av ungdóminum kundi vísa á festivalbandið, meinlíkt mínum.
Hóast hetta haldi eg, at vit kundu verið meira opin og erlig og sanna at t. d. regatta er ein stór øl veiðsla, at G! er fyri tey ungu og Summarfestivalurin fyri hini, at vit eru eitt ótrúliga frammkomin fólk, at Javnaraflokkurin er eitt partí av einkisigarum, eitt fólk, ið bert vil hava vald at hugna sær við eg meini so við EFTA? Hvat er tað, ein avoldaður felagsskapur. Í mínari verð er hetta embætismisnýsla av tí grovasta, at hava eitt løgting fylt við gomlum skiparum og skúlalærarum, hetta hoyrir fortíðini til. Hvar eru allir akademikararnir?
Anyway, skal á G! Tað umboðar alt ið føroyingar standa fyri.
Var har ikki í ár, men hoyrdi, at alt var super mega feitt, havi verið á nakrar festivalar og tað eru tær lítlu detaljurnar ið gera munin. Klemmarir! tað ljótar well.
Vil til síðst viðmerkja at eg har lisið Deyðin sendur apríl og saman við Oddvør Johansen, eru hesir rithøvundar teir einastu sum eg tími at lesa beint í løtuni. Havi hug at fýlast á Kim Simonsen. Kim hevur lisið niðri og hetta er fínasta slag, men skal hann citera hvønn rithøvund, ið hann lesur?
Innihald er fyri tað mesta møsn, hann stiðjar seg upp at einum gomlum sjónarmiði og skal per definitión seta hvønn føroying í bás. Eingin veit rættuliga, hvør tann føroyski veruleikin er. Havi sjálvur hug at flenna tá eg síggi tey borgarligu ganga og mala á ólavsøku í føroyskum klæðum nikkandi og brosandi, ein falskur veruleiki í mínum eygum, gev mær heldur G!