Føroyar mangla kjakmentan og mentanarpolitikk

Rithøvundafelagið hátíðarhelt herfyri 50 ára føðingardag við bæði samfelagskritikki og sjálvrannsakan. Føroyar mangla ein veruligan mentanarpolitik, staðfesti Gunnar Hoydal Føðingardagurin varð hildin í kommunuskúlanum í Havn við tónleiki, upplestri, pallborðskjaki og fyrilestri. Eitt av evnunum var samfelagsliga ábyrgdin hjá rithøvundum.

Gunnar Hoydal, sum júst hevur givið út skaldsøgu, sum á mangan hátt er samfelagskritikkur ílætin skaldskap, staðfesti, at rithøvundar eru vanligir samfelagsborgarar, meðan núverandi formaður í felagnum, Arnbjørn Dalsgarð hinvegin helt, at rithøvundar hava serliga ábyrgd at blanda seg í almenn kjak, millum annað tí fría orðið er grundarlagið undir sjálvum arbeiðnum hjá rithøvundum.

Semja var um, at høvðusuppgávan hjá Rithøvundafelagnum í dag er at arbeiða fyri rættindum hjá rithøvundum og styrkja føroyska list yvirhøvur. Gunnar Hoydal eftirlýsti í hesum sambandi einum veruligum føroyskum mentanarpolitikki.

- Trupulleikin er ikki, at ein mentanarpolitikkur ikki er orðaður, men at hann ikki verður fylgdur, segði hann avgjørdur.

Hans Andrias Sølvará legði í sínum fyrilestri dent á, at rithøvundar hava eisini eina serliga ábyrgd at verja fjølbroytni í almenna orðaskiftinum.

Sjálvur hevur hann luttikið í kjaki um millum annað bíbliutulking og samanblanding av trúgv og politikki. Og hann undraðist yvir, at rithøvundar ikki hava verið meira frammi í hesum kjaki.

Eitt demokratisk samfelag, har bíblian verður brúkt sum politisk grundgeving uttan mótstøðu, er eitt samfelag, har kjakmentanin er í djúpari kreppu, staðfesti Hans Andrias Sølvará.