Føroyar missa silvurið í liðkappingini í triathlon

OYGGJALEIKIR: Karina Ottosen og Annelisa J. Møss fáa ikki silvur í liðkappingini í triathlon kortini

Ein veruligur skelkur hevur rakt føroyska oyggjaleikahópin fyri løtu síðani.

 

Karina Ottosen og Annelisa J. Møss fáa ikki silvur í liðkappingini í triathlon kortini. Orsøkin er, at kappingarreglarnir í triathlon krevja, at um eitt lið skal vinna heiðursmerkið, so mugu minst tríggir íðkarar verða á liðnum.

 

Og tá føroyska kvinnuliðið bert hevði tveir íðkarar, Karina Ottosen og Annelisa J. Møss, so merkir tað, at tær fáa ikki silvur í liðkappingini kortini.

 

Illa telvað av fyrireikarunum, sum kundu latið Karina Ottosen og Annelisa J. Møss og allan føroyska oyggjaleikahópin latið verða við at stórfegnast um silvurið í liðkappingini, og heldur fortalt tað beinavegin kappingini var liðug fyrr í dag.